Góðan morgun Føroyar

Tann andligi heimurin
28-12-2022
Kennur tú til einglatøl? Følir tú andliga orku? Ella samlar tú upp á steinar og krystall?

Á teimum sosialu miðlunum, eru mong vorðin andliga livandi í 2022. Á appini Tik Tok verður tosað um tey afturvendandi tølini, sum kunnu setast í samband við tað, sum eitur einglatøl. Ein, sum altíð hevur verið andliga livandi, er Súsanna Vígdá, ið dagliga arbeiðir við tí andliga heiminum, har hon m.a. hjálpir øðrum, at seta seg í samband við teimum deyðu.

Sum dulskygnisfólk heldur hon, at tað er sera gott, at fólk eru andliga livandi. Hon sær fyrimunir við, at trúgva upp á tann andliga heimin, tá ein ikki kann kenna seg aftur í nøkrum átrúnaða. Súsanna er umboðsfólk fyri Facebook bólkin "Tann føroyski spirituelli bólkurin". Á bólkinum verður javnan prátað um andligar hendingar, sum tey í bólkinum hava upplivað.

Hóast tað eru 1530 limir í bólkinum, so heldur Súsanna ikki, at ein sær ein stóran vaksandi skarða í bólkinum.

- Tað eru fleiri, sum eru vorðin limir í ár, men munurin er ikki stórur. Um ein tekur støðu til, at tað er ein føroyskur bólkur, so er tað eitt fínt tal, at 150 hava meldað seg til bólkin frá 2020 til í ár. 

Sjálvt um skarðin ikki er nakað serligt vaksandi á Facebook, so heldur Súsanna, at tað eru fleiri í Føroyum,  sum góðtaka tann andliga heimin.

Tað eru summi sum halda, at hetta snýr seg um at tulka tær støðurnar man er í, til nakað, sum man ynskir, at tær skulu verða. Súsanna heldur ikki, at tað er so. Tí hon sigur, at t.d. eitt einglatal hevur eina ávísa orku. 

- Øll tøl hava hvør sítt virði, sum Pythagoras hevur givið teimum, tí hava øll einglatøl eina ávísa orku. So um ein t.d. sær tøl, sum 11 ella 21 allatíð, so kann ein leita á netinum og finna útav, hvat tað betíðir, at tú sært hesi tølini allastaðni. 

Hon sigur eisini, at tað, at vera ein partur av tí andliga, er gott, tí ein er ikki einsamallur, men ein partur av nøkrum størri.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
- Tað ger heilt víst mun, at ein mánaður er valdur til at tosa um bróstkrabba burturúr, tí so fáa vit veruliga sett sjóneykuna á hetta.
03-10-2022
Hoyr alla sendingina.
03-10-2022
Fosturtøka í Føroyum - tilvild og lógloysi. Hetta er heitið á frágreiðing, sum Javnaðarflokkurin á fólkatingi gevur út í dag.
30-09-2022
Hvussu eiga KÍ og FSF at handfara málið við harðskapinum hjá venjaranum og hvat sigur panelið um æviskaldsøguna hjá Høgna Mohr?
30-09-2022
Antropologurin fekk 12 fyri sína høvuðsritgerð um sjómenn og føroyska smábarnapápan
30-09-2022
Hoyr alla sendingina.
30-09-2022
Hvat gert tú, um tú vilt dyrka grønmeti, men ikki hevur jørðina til tað? Jú, tú keypir eina sergjørda bingju og fert undir væturøkt.
29-09-2022
Í dag er altjóða hjartadagur, tá sjóneykan verður sett á hjartaheilsu og hjartasjúkur.
29-09-2022
Hoyr alla sendingina.
29-09-2022
- Eg eri ikki tolin, og tað er kanska ikki so heppið hjá einum startdómara, sigur Hallur Ellingsgaard, sum eftir 44 ár hevur dømt kappróður fyri seinastu ferð.
28-09-2022
- Hevur kettan káman pels við flusi, er rastleys og høgan puls, kann tað vera tekin um ov høgt stoffskifti, sigur djóralækni.
28-09-2022
Eitt arbeiði, sum byrjaði í 2007, er loksins liðugt, og Silas Olafsson og Jórun Pólsdóttir standa nú við bókaverkinum 'Fuglar okkara' í hondini.
28-09-2022