Góðan morgun Føroyar

Hulduærin á Selatrað
11-01-2023
Beint fyri jól kom brádliga ein ær aftur í aftur, sum hevði verið horvin í næstan tvey ár

Onkuntíð eru hendingar, sum eru eitt sindur undrunarsamar og torførar, at fáa eina greiðliga frágreiðing á. 

Beint fyri jól, varð Óli Djurhuus uppringdur av Karstini, svágrinum, sum spurdi Óla, um hann kendi til eina ær, sum stóð og jarmaði uttanfyri seyðahúsið. Karstin, sum vanliga røkar seyðin fyri Óla, kendist ikki við ærina, men sambært spjaldrinum, sum hon hevði um hálsin, átti Óli ærina. 

Óli helt seg beinavegin vita hvørja ær talan var um, og tá ið hann fór í seyðahúsið at hyggja, kendi hann ærin beinanvegin aftur. Talan var júst um ærina, sum Óli hevði illgruna um.

Tað løgna var bara, at ærin hevði verið horvin í næstan tvey ár og ongin hevði borið eygað við hana alla hesa tíð.

 

Óli Djurhuus heldur at tað var eitt sindur undarligt við hasi ærini og skrivaði í skemti á Facebook at hann ivaist í um hetta var ein hulduær. 

 

- Vit hava verið á fjalli fleiri ferðir og ongin hevur sæð hasa ærina, greiðir Óli frá.

Heldur ikki í grannahøgunum, hava røktingarmenn ella fjallmenn borið eygað við ærina. 

- So hetta er eitt sindur undarligt, heldur Óli fyri.

Ærin er væl fyri og stendur í dag í seyðahúsinum hjá Óla á Selatrað.

Sjálvt um tað helst er ein náttúrlig frágreiðing, hvar ærin hevur verið hesi tvey árini, so leiðir søgan tankarnar til gamla fólkatrúgv um hulduseyð. 

Lurta eftir samrøðuni, har Óli Djurhuus greiðir frá hendingini og professarin í fólkalívsfrøði, Jóan Pauli Joensen greiðir frá um huldur og fólkatrúgv. 

 

Í gamlari fólkatrúgv búgva menniskju og huldufólk hvør sær, í einum paralellum heimið, men viðhvørt kemur hol á, og tá ber til hjá menniskjum og djórum at koma inn í heimin hjá hvørjum øðrum, greiðir fólkalívsfrøðingurin Jóan Pauli Joensen frá.  

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri. Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Veðrið, Ovasavnið í Nólsoy, Mentanarvikan í Runavíkar kommunu, og filmurin um sluppuna Verdandi
16-04-2025
Veðrið, Listaljóð og sjúkrarøktarfrøðingar hittast aftur
14-04-2025
Hetta er ein av søgunum, ið Begga Ellingsgaard og Mirjam Carlsen siga okkum í hesari samrøðuni, nú tað eru 50 ár liðin, síðani tær tóku prógv sum sjúkrarøktarfrøðingar
14-04-2025
Knút Háberg Eysturstein: Astri Luihn er útbúgvin tónleikafrøðingur og tað sæst aftur í listprýðingini á skúlanum, ið eisini kann gerast ein musiksøgulig rannsóknarferð
14-04-2025
Veðrið, tarasnapsur, kapping, lundaframsýning, sangskriving
11-04-2025
Veðrið, søgutáttur, vinur mín í vínlandi, útilív, føroyskur filmur
10-04-2025
Veðrið, z-ættarliðið í ferðsluni, fólkavøkstur, góði formurin
09-04-2025
Veðrið, partabrøv, kjattbottur, sorgarbólkur
08-04-2025
Veðrið, loppurnar, forkvinnan í MEGD
07-04-2025
Veðrið, stuttligar søgur um børn, Visit Faroe Islands, kapping og Danny and the Veetos
04-04-2025
Veðrið, ungur røktingarmaður, Skúvoy, Sement 2025, søgutáttur
03-04-2025
Veðrið, ungt virki, herskylda, serfrøðingurin um vitlíki
02-04-2025