Góðan morgun Føroyar

Einar er 22 og millióningur
17-01-2023
- Tað er gott at hava hesar pengarnar, nú eg eftir summarfrítíðina skal til Danmarkar at lesa, sigur Einar Thorsteinsson, sum fríggjakvøldið vann 1,1 millión í Gekkinum.

- Eg havi als ikki fatað tað enn.

Orðini eigur 22 ára gamli Einar Thorsteinsson úr Vági, sum fríggjakvøldið vann 1,1 millión í Gekkinum.

Gekkaupphæddin seinasta fríggjakvøld var 3,2 milliónir. Einar Thorsteinsson valdi at býta upphæddina út í teir tríggjar leyparnar, soleiðis at hann fekk 1,1 millión í hvønn leypin.

- Eg valdi at býta upphæddina í trý, tí so er møguleikin at vinna tað størri, sigur Einar Thorsteinsson, sum hetta kvøldið var saman við unnustuni og mammu síni, tá hann vann.

- Vit vóru øll púra ovfarin, og eg havi framvegis ikki ordiliga fatað tað enn, sigur Einar Thorsteinsson, sum skjótt fekk familju og vinfólk á vitjan, tá tað var teimum greitt, at hann hevði vunnið oman fyri eina millión í Gekkinum.

Sambært 22 ára gamla millióninginum í Vági, so koma hesir pengarnir væl við.

- Eftir summafrítíðina skal eg til Danmarkar at lesa, og tá er ikki so galið at vita sær, at mann ikki skal hugsa um pengarnar í tí sambandi, sigur Einar Thorsteinsson.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Veðrið, Jens Marni, Tórshavn Maraton
30-05-2025
Veðrið, Bach, neyðtøkutilbúgving, nýtt staklag, havhestur
28-05-2025
Meta AI, veðrið, listafólk í Runavík, Hvannasund
26-05-2025
Veðrið, Hans J. Glerfoss, hermikapping, MEGD, Dugni
23-05-2025
Søgutáttur, veðrið, plantulund á dølum, Sakaris
22-05-2025
Veðrið, Viðareiði, student í Norra, serfrøðingur um skiftisár
21-05-2025
Veðrið, tannáringar, prestar á ferð
20-05-2025
Veðrið, tarmbrunasjúkur, Kirkjuliga Heimamissiónin
19-05-2025
Veðrið, tíðindi úr Eurovision, sólkrem, Eurovision og Føroyar, ólavsøkukórið
15-05-2025
Veðrið, keyp í nærumhvørvinum, sosial renning, nýggjasta úr Basel, maratonrenning
14-05-2025
Upptøkuroynd til leik, veðrið, Escape Room
13-05-2025
Veðrið, arbeiðslív, hálvmaraton
12-05-2025