Góðan morgun Føroyar

Vátlendini verja náttúruna
02-02-2023
Vátlendini hava týdning fyri plantu- og djóralív, og vilja vit minka um okkara co2 útlát, er tað týdningarmikið at verja okkara vátlendi.

Vátlendi tykjast fyri summi at vera ógagnlig og oyðin øki við fyrsta eygnabrá, men veruleikin er tann, at hóast mýrilendi, sum eru eitt slag av vátlendi, fevna um 3% av samlaða lendinum á jørðini, goyma tey í sær næstan 30% av heimsins kolevni.

Hetta er tvær ferðir so nógv sum heimsins skógir. Hetta merkir, at kolevnisútlát frá ídnaði, ferðslu og øðrum menniskjaligum ídnaði verður upptikið av vátlendum og goymt í lendinum, í staðin fyri at vera verandi í lofthavinum og á tann hátt hita jørðina.

 

Fleiri hótt upprunaplantusløg í Føroyum trívast best í vátlendi
Vátlendi forða eisini yvirflóð. Somuleiðis hýsa tey sjáldsomum plantu- og fuglasløgum, sum bert trívast í hesum vátligu økjum m.a. fleiri av hóttu upprunaplantusløgum í Føroyum.

Hóast teirra altjóða týdning, verða vátlendi avveitt og hevur hetta við sær eitt sera stórt útlát av CO2. Av tí sama eru vátlendi partur av veðurlagspolitikki Føroya.

 

Mólendi eru lívsneyðugar vistskipanir, vilt tú vita meira um mólendi, trýst HER

 

Vátlendisøkir eru millum mest hóttu náttúruøki
Vátlendi verða eisini umbroytt til landbúnað og oyðiløgd av m.a. grótgoymslu og øðrum. Vátlendi liggja ofta lágt í lendinum og eru tí í sama øki, har vit menniskju virka og liva og ofta ynskja at byggja út. Vátlendisøkir eru tí millum mest hóttu náttúruøki í heiminum. Tí er ógvuliga umráðandi at verja og varðveita tey vátlendir, sum eftir eru.

Í dag er altjóða vátlendisdagur og tí eigur sjóneykan at verða sett á at vísa á týdingin, varveita og verja vátlendini í Føroyum.

Lurta efftir Kolbrún í Haraldsstovu, savnsvørður á Plantudeildini á Tjóðsavninum, har hon greiði frá um vátlendir og hvønn týdning vátlendi hava fyri náttúru margfeldi.

 

Kolbrún í Haraldsstovu, savnsvørður á Plantudeildini á Tjóðsavninum

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Veðrið, hemaragransking og Melodi Grand Prix
12-02-2026
Veðrið, OL, valútlit, ringanna harri
11-02-2026
Í arbeiðinum at smíðja Barnalógina er stór frágreiðing gjørd um, hvat børn og ung halda vera eitt gott lív
10-02-2026
Útvið 15 føroyskir prestar hava júst tikið útbúgving í bíbilskari sálarrøkt
10-02-2026
Veðrið, børn og ítróttur, Nansý Sunadóttir
10-02-2026
Veðrið, bíbilsk sálarrøkt og máltøkni
09-02-2026
Veðrið, Hoydalar og kapping
06-02-2026
Veðrið, par í 30 ár, ársins leiðari
05-02-2026
Veðrið, protestsangir og fríkavari
04-02-2026
Veðrið, Føroya elsta skótalið og kríggsveteranur
03-02-2026
Veðrið, fótbóltsgreinari, Rásin
02-02-2026
Veðrið, FSF stórir dreymar, hermikapping
30-01-2026