- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar

106 ára gamalt stevni kom upp við trolinum
23-03-2023
Hetta er ein partur av okkara søgu, sum er verdur at varðveita, heldur Ólavur Sjúrðaberg, ið var við á túrinum
Havrannsóknarskipið, Jákup Sverri, er komið aftur av Føroya Banka. Hesa ferð kom ein rættiliga forkunnugur lutur upp við trolinum.
Ólavur Sjúrðaberg, sum var ferðafólk á túrinum, greiðir frá, at manningin umborð á Jákupi Sverra var ógvuliga spent, tá luturin kom á dekki.
Hildið verður, at hetta er stevnið á einum bretskum trolara.
Onkur vil vera við, at tað helst er stevnið á Grimsby trolaranum, Sisapon, ið var søktur 23. mai í 1917.

Góðan morgun Føroyar
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Veðrið, børn spæla minni í dag, krabbameinsskráin, bók um Hvannasunds kirkju
23-01-2025
Brot úr Føroya søgu, veðrið, børn og snildfonir, tunnil 40 ár, spurnarkapping um kvæðamentan
16-01-2025
Veðrið, gongutúrar alt 2024, kirkjuráðslimir hittast, føroyingur hevur undirhald sum vinnuveg í Íslandi
14-01-2025