Góðan morgun Føroyar

Tað ber til at royna sína vitan um móðurmálið í dag
24-03-2023
Málráðið og Føroyar lesa skipa aftur í ár fyri almennari spurnakapping um føroyska málið kl. 12. Í tí sambandi tosa vit um móðurmálið og royna eina kapping í morgunsendingini

Móðurmálsdagur er í morgin, 25 mars. Málráðið og Føroyar lesa halda tað vera umráðandi at hava ein móðurmálsdag, sum varpar ljós á føroyska málið.

- Tað er ein dagur, har vit kunnu hugsa og tosa um tær avbjóðingar, sum eru við málinum, men eisini gleðast um tað, sum gongur væl, siga tey bæði, Eileen Anthoniussen, sum er ritsjóri og samskipari av Føroyar lesa og Ragnar Sigrunarson, sum er ráðgevi og samskipari í Málráðnum.

Í sambandi við móðurmálsdagin verður ein almenn spurnakapping á Kahoot um føroyska málið kl. 12.00, og øll kunnu vera við. Fyri at luttaka, má ein taka Kahoot appina niður á telefonina.

Kl 12.00 kemur so eitt loyniorð út á Facebook vangan hjá Málráðnum og Føroyar Lesa, sum mann tøppar inn fyri at vera við í spurnakappingini.

Máltøkniliga menningin í Føroyum gongur eisini framá. Í næstum verður skipað fyri einari ráðstevnu um máltøkni og arbeitt verður við at menna tað føroyska málið tøkniliga og fáa ein máltøknidepil.

Ragnar Sigrunarson greiðir frá máltøkniligu menningini í Føroyum. Til dømis eru forrit, sum kunnu gera tekst til talu, ein føroyskur rættstavari, føroyskar ljóðbøkur, teldutala o.s.fr. 

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Ergoterapi í fólkaskúlanum og velting í Sjóvar kommunu
11-05-2026
Prát og veðrið
11-05-2026
Oyggjaleikir og lurtarakapping
08-05-2026
Prát og veðrið
08-05-2026
Prát, Herborg Torkilsdóttir
07-05-2026
Kanning av føroyingum við diabetes 2 og maður, sum lyftir høv
06-05-2026
Prát og veðrið
06-05-2026
Fólkaræði og bóndaprát
05-05-2026
Nýggjur leiðari í Kvinnuhúsinum og innsavning hjá Bláa Krossi
04-05-2026
Veðrið og prát
04-05-2026
Guðrun & Guðrun og summarlegur hjá Reyða krossi
30-04-2026