Góðan morgun Føroyar

Flenn í staðin fyri at gráta
12-04-2023
Skiftisárini hjá kvinnum kunnu vera ein hørð tíð, men um tú ert fyrireikað bæði mentalt og fysiskt, kanst tú gera lívið nógv lættari

Hitatúrar, turrar slímhinnur, tunglyndi, vánaligur svøvnur, strongd. Nógvar eru tær keðiligu avleiðingarnar, sum kunnu standast av skiftisárunum hjá einari kvinnu.

Allar skulu ígjøgnum skiftið, har tú fert frá at vera gitnaðarfør til ikki at kunna fáa børn longur, men ymiskt er, hvussu henda tíðin ávirkar. Ein triðingur av kvinnum merkja lítið ella einki, ein triðingur kennir eyðkennini væl, meðan síðsti triðingurin hevur tað sera ringt.

Marianna Vang Simonsen hevur í nógv ár arbeitt við kvinnukroppinum, stórum lívsbroytingum og teimum hormonum, sum stýra okkara lívi, og hon hevur tosað við nógvar kvinnur í skiftisárunum.

- Nógvar teirra kenna seg strongdar, sjálvt um tær ikki gera annað og meira enn tað, tær altíð hava gjørt. Orkan er bara ikki hin sama, sum tá man var yngri, og tað er týdningarmikið at viðurkenna hetta, sigur Marianna.

Hon leggur eisini dent á, at kvinnur sjálvar kunnu gera nógv, fyri at fáa tað so gott sum gjørligt, tá skiftisárini koma.

- Et góðan og javnvigandi mat, sov væl og leingi, ven styrkivenjing og ansa eftir tær sjálvari, so hevur tú bestu fyritreytirnar, leggur hon afturat.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Veðrið, tjaldrið, Parasport Føroyar, Tá røktin ikki røkkur
12-03-2026
Veðrið, kvinnur í tónleiki
11-03-2026
Veðrið, støðisár í føroyskum, val í Kringvarpinum
10-03-2026
Veðrið, vínkjallari og altjóða kvinnudagur í Fuglafirði
09-03-2026
Fantasilið, veðrið og kapping
06-03-2026
Veðrið, Hoydalar, skipstroyggjukapping og mentanarvika, dyppifestivalur
05-03-2026
Veðrið, pensjónistaskeið, kvinnurørðslan í dag
04-03-2026
Veðrið, Húsið 20 ár, og Neil Sedaka farin
03-03-2026
Veðrið, nýggjur aðalstjóri í ÍSF, tjattbottur hjá Taks
02-03-2026
Veðrið, ársins útvarpshitt 2025, grafiskur sniðgevi millum stjørnur
27-02-2026
Veðrið, valprát og spurnarkanning frá Hagstovu Føroya
26-02-2026
Veðrið, Fuglafjarðar svimjifelag 50 ár, einsamøll til Copenhagen fashion week
25-02-2026