- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar

Í fríggjadagspanelinum hesa vikuna eru Signar í Homrum og Siri Súsonnudóttir Hansen, og tey siga sína hugsan um fosturtøku og fólkaminking.
Mikukvøldið setti Etiska Ráðið umstrídda spurningin á breddan. Har var gransking um fosturtøku í Føroyum hjá Turið Hermannsdóttir løgd fram, og síðani var kjak við grundgevingum fyri og móti fosturtøku.
Bergur Debes Joensen, formaður í Etiska Ráðnum, var gestur í morgunsendingini mikumorgunin. Spurdur um eitt slíkt tiltak flytir nakað, svaraði hann ja og nei. Siri og Signar umrøða hetta sama: Flyta slík tiltøk og kjak um fosturtøku nakað?
Bæði sakna tey at hoyra fleiri kvinnur í kjakinum, serliga kvinnur, ið hava staðið í støðuni.
Fólkaminking í Kollafirði
Seinna evnið er fólkaminking í Kollafirði. Flestu kommunur í Føroyum hava havt fólkavøkstur seinastu árini. Ein bygd, sum hinvegin má staðfesta eina minking, er Kollafjørður. Borgarafundur var í vikuni, og kollfirðingar fóru vónbrotnir av fundinum.
Signar og Siri halda, at tað átti at borið til at búsett seg í Kollafirði, og at tað skuldi verið meiri fjølbroytni í bústaðarmøguleikunum.
