- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar

Alskurin til Mykines sum ferðamál byrjaði fyri 26 árum síðan, tá Oda í samband við hægri lestnað, skrivaði eina uppgávu um burðardygga ferðavinnu í Mykinesi. Fyri fimm árum síðan tók hon avgerðina at flyta út í oynna og bjóða ferðafólkum heim til sín at búgva.
- Eg eri komin at kenna hesi ferðafólk sera væl, tí vit búgva so tætt saman. Eg hoyri tey enntá snorka niðri undir við hvørt, sigur Oda um upplivingina, sum ferðafólkini fáa, tá tey gista hjá henni í Lonini í Mykinesi.
Alt virksemið er lagað eftir burðardygd. Ferðafólkini koma um kvøldið heldur enn um morgunin, tá hini ferðafólkini koma, soleiðis at tey fáa eina friðarligari uppliving, samstundis sum tey ikki gera ferðafólkatrongsulin størri. Lonin er innrættað við endurnýtslutilfari og lutum, maturin er føroyskur og gjarna úr oynni, tá til ber, og túrarnir, sum ferðafólkini fara saman við Odu sum ferðaleiðara, eru ikki til støðini, har øll hini fara.
- Eg fegnist um, at krav nú er sett um, at føroyskur ferðaleiðari skal vera við í Mykinesi, umframt at hagastýrið hevur ætlanir um at skipa ferðavinnuna til dømis soleiðis at talið av ferðafólkum verður avmarkað, fyri at tryggja eina skipaða og burðardygga menning. Hetta tekur sjálvandi tíð, so eg vóni, at ferðavinnuvirksemið har verður væl skipað um nøkur ár.
Sjálvt um Oda flytir til Havnar, so er hon ikki liðug við Mykines, tí hon ætlar sær framvegis at fara við ferðafólkum út, eins og hon fer at vísa teimum restina av landinum eisini.
