Góðan morgun Føroyar

Gera heilsuskipanir kring heimin betri
23-05-2023
Ein nýggjur altjóða felagsskapur er settur á stovn fyri at gera heilsuskipanir kring heimin betri og geva fólki javnbjóðis atgongd til heilsutænastur

Rifat Atun, professari á Harvard universitetinum, Copenhagen Institute for Futures Studies (CIFS), Microsoft, Roche og Siemens Healthineers hava stovnað felagsskapin The Movement Health Foundation.

Endamálið við felagsskapinum er at betra um heilsuskipanir kring heimin, tí sum støðan er nú, eru skipanirnar ikki burðardyggar.

- Umleið 30% av heilsutænastum og viðgerðum eru mettar at vera óneyðugar og kunnu sparast burtur, sigur Bogi Eliasen, heilsustjóri á Copenhagen institute for Futures Studies.

Trýstið er ov stórt á heilsuskipanum kring heimin, og tað er ov dýrt.

- Tað er neyðugt at hjálpa fólki tíðliga, tá ið tey vera sjúk og at brúka tøkni, sum vit longu hava til at viðgera sjúklingar, sigur Bogi Eliasen.

Felagsskapurin hevur í samstarvi við onnur gjørt broytingar í nøkrum londum. Tey byrjaðu í Suðuramerika, og arbeiðið heldur fram, greiðir Bogi frá, men tað er ikki ein einføld uppgáva.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri. Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Veðrið, djóralæknin
23-04-2025
Nýggj útvarpssending, veðrið, felagskirkjulig gudstænasta og skemtarar á pall.
22-04-2025
Veðrið, Ovasavnið í Nólsoy, Mentanarvikan í Runavíkar kommunu, og filmurin um sluppuna Verdandi
16-04-2025
Veðrið, Listaljóð og sjúkrarøktarfrøðingar hittast aftur
14-04-2025
Veðrið, tarasnapsur, kapping, lundaframsýning, sangskriving
11-04-2025
Veðrið, søgutáttur, vinur mín í vínlandi, útilív, føroyskur filmur
10-04-2025
Veðrið, z-ættarliðið í ferðsluni, fólkavøkstur, góði formurin
09-04-2025
Veðrið, partabrøv, kjattbottur, sorgarbólkur
08-04-2025
Veðrið, loppurnar, forkvinnan í MEGD
07-04-2025
Veðrið, stuttligar søgur um børn, Visit Faroe Islands, kapping og Danny and the Veetos
04-04-2025
Veðrið, ungur røktingarmaður, Skúvoy, Sement 2025, søgutáttur
03-04-2025
Veðrið, ungt virki, herskylda, serfrøðingurin um vitlíki
02-04-2025