- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar

Enn er ikki ov seint
24-05-2023
Um tú ætlar at dyrka títt egna grønmeti, so kanst tú enn fáa bæði kál og kryddurtir at vaksa í urtagarðinum, sigur Maud Wang Hansen
Nógv ymiskt fæst at vaksa í Føroyum, men tað krevur, at tú hugsar um, hvat tú gert og kannar, hvat ymsu sløgini hava brúk fyri, sigur Maud Wang Hansen, sum hevur nærum 30 sløg av grønmeti og øðrum í urtagarði og vakstrarhúsi sínum í Nólsoy.
- Í Føroyum fæst nógv at vaksa, tí vit hava so nógvar ljóstímar um summarið, sjálvt um vit ikki hava so nógva sól, men tað krevur eitt sindur av umhugsni, sigur Maud, og heitir á fólk um at lesa á pakkanum, hvat júst henda planta hevur brúk fyri.
Í serfrøðingatáttinum hesa ferð gevur Maud teimum góð ráð, sum hava hug til at fara undir at dyrka sítt egna grønmeti.

Góðan morgun Føroyar
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Veðrið, brot úr Føroya søgu, følsk list, mikroaggressiónir, nýggjur aðalskrivari í Barnabata
13-03-2025
Søgutáttur, veðrið, sálarheilsa hjá ungum, altjóða kvinnubønardagur og hondkonusteinurin
06-03-2025