- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar

Í panelinum eru tey rættiliga samd um, at ung áttu ikki at sloppið at keypt orkudrykkir.
Í panelinum hesaferð eru Eiler Fagraklett, Bjørn Hentze Bech og Jóngerð Nielsen.
Øll eru tey eisni samd um, at tað er sera gott, at læknavaktin fær psykiatriskar førleikar. Um tað fer at javnseta likamliga og sálarliga heilsu er óvist, søgdu tey, men hetta er vónandi eitt stig rætta vegin.
Og seinastu dagarnar hava fólk verið á gosi um, at fleiri vegir eru stongdir samstundis í Havnini orsakað av ymiskum vegarbeiði og tiltøkum.
Politiið hevur tikið fleiri bilførarar fyri ikki at virða vegskeltir og fleiri 10.000 krónur eru komnar inn fyri bøtur.
Men vinnulívið hevur gramt seg. Fleiri vinnufyritøkur siga seg missa nógvar kundar og pening í hesum døgum, tí vegir eru stongdir.
Nógv kjak hevur verið um hetta á sosialum miðlum og fleiri fólk eru í øðini, tí tað er so trupult at koma runt í Havnini. Fríggjadagspanelið hevur ymiskar meiningar um hetta evnið.
