- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar

Undurføgur kvinna hjálpti Ragnhild at eiga
31-05-2023
Ragnhild Ellingsgaard var gestur í Brunsj leygardagin. Tá greiddi hon frá eini serligari hending, sum fór fram undir dramatisku løtuni, tá hon átti dóttir sína, Brá.
Ragnhild Ellingsgaard sá eina undurfagra kvinnu standa við fótalagið. Hennara brá gjørdi, at Ragnhild kendi ein frið á sær.
Tá hon seinni spurdi starvsfólk, hvør henda kvinnan var, gjørdist tað skjótt greitt, at eingin var har.
Hetta sannførdi Ragnhild um, at meira er millum himmal og jørð, enn vit kunnu greiða frá. Onkur ansar okkum.
Eru onnur, ið hava upplivað nakað, ið minnir um hesa hending? Lat okkum frætta á facebooksíðu okkara, Góðan morgun Føroyar.

Góðan morgun Føroyar
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Veðrið, brot úr Føroya søgu, følsk list, mikroaggressiónir, nýggjur aðalskrivari í Barnabata
13-03-2025
Søgutáttur, veðrið, sálarheilsa hjá ungum, altjóða kvinnubønardagur og hondkonusteinurin
06-03-2025