Góðan morgun Føroyar

Stórkøkurin í H-bygninginum tikin í nýtslu
04-09-2023
Við sínum 984 fermetrum er tað ivaleyst størsti køkur í Føroyum.

Longu í 1999, tvey ár áðrenn Gudna á Rógvi Joensen byrjaði at starvast á Landssjúkahúsinum, kom ein frágreiðing, sum kom til ta niðurstøðu, at tað ikki kundi loysa seg at umvæla gamla køkin á Landssjúkrahúsinum. Í dag er Gudna leiðari í nýggja stórkøkinum í H-bygninginum, sum í farnu viku var tikin í nýtslu.

Síðan 2011 hava tey arbeitt miðvíst við at fyrireika nýggja køkin. Køkurin er nýmótans við øllum hentleikin. Millum annað hevur stórkøkurin fingið sítt egna bakarí.

Eisini verður ein nýggj bíleggingarskipan, sum fer at gera tað nógv lættari hjá sjúklingum, gestum og starvsfólkum at bíleggja mat. Gjøgnum eina app verður tað møguligt at velja, hvat ein ynskir at eta til morgunmat, døgurða og nátturða. Eisini ber til at bíleggja matin til stovuna, har ein liggur, ella tú kanst fáa matin borðreiddan í einum av mongu felagsrúmunum, sum vera í nýggja H-bygninginum.

Nýggi køkurin á Landssjúkrahúsinum er 984 fermetrar til støddar, og harafturat er ein kantina uppá slakar 300 fermetrar. Umleið 30 starvsfólk starvast í køkinum á Landssjúkrahúsinum.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Veðrið, kapping, sjálvstøðug vinnurekandi í 20 ár
07-11-2025
Veðrið, Todi Jónsson, Góða mamma
06-11-2025
Veðrið, Meinhard Bjartalíð, viðarmaðkur
05-11-2025
Veðrið, ættleidd úr Bulgaria og Djóraverndarfelagið 50 ár
04-11-2025
Veðrið, nýggj kanning um skiftisár og virðisløn til Skansan
03-11-2025
Halloween, veðrið, kapping í opera og heimsmeistari í inniróðri
31-10-2025
Veðrið, Tabor kórið 25 ár, Elinborg og Eivør á konsertferð
30-10-2025
Veðrið, femininitetur í tinginum, átaksleiðari heiðraður
29-10-2025
Vónbjørt Vang, veðrið, poddar um ADHD, haruveiða
28-10-2025
Veðrið, HFS 50 ár, vakrir seyðir
27-10-2025
Veðrið, kapping og hugleiðingar um MTV
24-10-2025
Ráðið fyri ferðslutrygd, veðrið, fjallabjargarar og bilar um veturin
23-10-2025