Góðan morgun Føroyar

Stórkøkurin í H-bygninginum tikin í nýtslu
04-09-2023
Við sínum 984 fermetrum er tað ivaleyst størsti køkur í Føroyum.

Longu í 1999, tvey ár áðrenn Gudna á Rógvi Joensen byrjaði at starvast á Landssjúkahúsinum, kom ein frágreiðing, sum kom til ta niðurstøðu, at tað ikki kundi loysa seg at umvæla gamla køkin á Landssjúkrahúsinum. Í dag er Gudna leiðari í nýggja stórkøkinum í H-bygninginum, sum í farnu viku var tikin í nýtslu.

Síðan 2011 hava tey arbeitt miðvíst við at fyrireika nýggja køkin. Køkurin er nýmótans við øllum hentleikin. Millum annað hevur stórkøkurin fingið sítt egna bakarí.

Eisini verður ein nýggj bíleggingarskipan, sum fer at gera tað nógv lættari hjá sjúklingum, gestum og starvsfólkum at bíleggja mat. Gjøgnum eina app verður tað møguligt at velja, hvat ein ynskir at eta til morgunmat, døgurða og nátturða. Eisini ber til at bíleggja matin til stovuna, har ein liggur, ella tú kanst fáa matin borðreiddan í einum av mongu felagsrúmunum, sum vera í nýggja H-bygninginum.

Nýggi køkurin á Landssjúkrahúsinum er 984 fermetrar til støddar, og harafturat er ein kantina uppá slakar 300 fermetrar. Umleið 30 starvsfólk starvast í køkinum á Landssjúkrahúsinum.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Hondbóltur, veðrið, Kyksilvurkanning, Tann Grøna Matveitingin
27-11-2025
Veðrið, Roblox og foreldur, Varmakeldugarður
26-11-2025
Veðrið, fosturforeldur, fíggjarligur harðskapur
25-11-2025
Veðrið, ársins íverkseti, Karin Visth
24-11-2025
Oyggjabólkarnir líkjast á so mangan hátt, og tí er Hannah Mary sannførd um, at vit kundu samstarvað nógv meira. Ikki minst á fiskivinnuøkinum.
20-11-2025
Veðrið, fyrstahjálp, Hannah Mary Goodlad
20-11-2025
Veðrið, altjóða mansdagur - Suni Poulsen, Firouz Gaini, Hanus Hansen á kongavitjan
19-11-2025
Veðrið, Taks og jólagávur og nýggjársgudstænastan
18-11-2025
Veðrið, mat- og tilfeingishúsið, haruskjóting
17-11-2025
Veðrið, frisør í Danmark, kapping
14-11-2025
Nýggjur sangur hjá Sissal, veðrið, ársins ferðavinnufólk 2025 og Margarinfabrikkin 30 ár
13-11-2025
Veðrið, føroysk mineral & grótsløg, Føroya Arbeiðarafelag 100 ár
12-11-2025