Góðan morgun Føroyar

Stórkøkurin í H-bygninginum tikin í nýtslu
04-09-2023
Við sínum 984 fermetrum er tað ivaleyst størsti køkur í Føroyum.

Longu í 1999, tvey ár áðrenn Gudna á Rógvi Joensen byrjaði at starvast á Landssjúkahúsinum, kom ein frágreiðing, sum kom til ta niðurstøðu, at tað ikki kundi loysa seg at umvæla gamla køkin á Landssjúkrahúsinum. Í dag er Gudna leiðari í nýggja stórkøkinum í H-bygninginum, sum í farnu viku var tikin í nýtslu.

Síðan 2011 hava tey arbeitt miðvíst við at fyrireika nýggja køkin. Køkurin er nýmótans við øllum hentleikin. Millum annað hevur stórkøkurin fingið sítt egna bakarí.

Eisini verður ein nýggj bíleggingarskipan, sum fer at gera tað nógv lættari hjá sjúklingum, gestum og starvsfólkum at bíleggja mat. Gjøgnum eina app verður tað møguligt at velja, hvat ein ynskir at eta til morgunmat, døgurða og nátturða. Eisini ber til at bíleggja matin til stovuna, har ein liggur, ella tú kanst fáa matin borðreiddan í einum av mongu felagsrúmunum, sum vera í nýggja H-bygninginum.

Nýggi køkurin á Landssjúkrahúsinum er 984 fermetrar til støddar, og harafturat er ein kantina uppá slakar 300 fermetrar. Umleið 30 starvsfólk starvast í køkinum á Landssjúkrahúsinum.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Veðrið, nikotin og tey ungu, flogmýs í Føroyum
22-10-2025
Veðrið, føroyskur dansur
21-10-2025
Hoyr alla sendingina
20-10-2025
Veðrið, sløkkja fartelefonina saman, kapping í almennari vitan
17-10-2025
Veðrið, altjóða matardagur, Mett fyri minni
16-10-2025
Veðrið, mynd og fingramerki á flogvøllinum, føroyingur fingið starv í størstu fyritøku í India
15-10-2025
Veðrið, stormskrá fyri Føroyar, Hotel Ørkin
14-10-2025
Veðrið, et føroyskt vika, Gutti Winther
13-10-2025
Veðrið, kapping og Eplafestivalur
10-10-2025
Veðrið, vinkonuhjálp, ferð til New Zealands
09-10-2025
Her er øll sendingin mikudagin 8. oktober
08-10-2025
Veðrið, spurnarblað um barnafótbólt, og føroyingur stjóri fyri samferðslu á Ærø
07-10-2025