Góðan morgun Føroyar

Loyv barninum at hála stikkið úr
06-09-2023
- Viðhvørt hava børn tørv á, at als einki er á skránni, og tey bara kunnu halda frí, sigur Sára Gullfoss, heilsufrøðingur og motorikkvegleiðari.

Skiftið at fara úr langari summarferiu og í gerandisdagin aftur er ikki altíð heilt lætt.

Tað kann vera avbjóðandi bæði fyri foreldur og børn, tí eftir fleiri vikum, har til ber at sova leingi, ongar fastar tíðir við máltíðum og so framvegis, skal øll familjan finna seg til rættis aftur í gerandisdegnum við barnagarði, skúla, arbeiði, frítíðarítrivum og so framvegis.

- Vit skulu ikki altíð hava eitt fult programm, tá vikuskiftið er. Viðhvørt hava børn eisini tørv á at hála stikkið úr og bara halda frí. Tá kann vera nóg mikið við einum túri út á grasplenuna, har tit hyggja eftir smákyktum, sigur Sára Gullfoss.

Í morgunsendingini tosar Sára Gullfoss um skiftið frá feriu til gerandisdag. Harafturat svarar hon spurningum frá lurtarum.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Børn & harðskapur, skótar til DM
20-05-2026
Prát og veðrið
20-05-2026
Met á Tórsvølli og stjórnarsamráðingar í Danmark
19-05-2026
Prát og veðrið
19-05-2026
Nýggj bíbliutýðing, Hallur Holm renning
18-05-2026
Prát og veðrið
18-05-2026
Búrhandilin 170 ár, gloymska
13-05-2026
Prát og veðrið
13-05-2026
Skipari í Miðeystri, gyrðislop
12-05-2026
Prát og veðrið
12-05-2026