- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar

- Tá tú ert sjúk, hevur tú ikki orku til at vera sosial, men tú hevur brúk fyri ti hóast alt, sigur Una Jacobsen, sum hevði nógva gleði av tilboðnum um liðvenjing fyri fólk við krabbameini, sum fysioterapiin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi bjóðar.
Í staðin fyri at bjóða fólki at koma einsamøll til fysioterapeut til endurvenjing, hava tey sett á stovn eitt tilboð við liðvenjing, har sjúklingar kunnu fáa styrk til bæði kroppin og sinnið.
- Tað kemur meira enn so fyri, at fólk eru so niðurundirkomin, at tey ikki síggja seg før fyri at fara frá húsum, men tá royna vit at lokka tey at koma allíkavæl, tí sjálvt um tey ikki orka at vera kropsliga virkin, so kunnu tey sita og fáa eina løtu saman við okkum her, sigur Jónfríð Olsen, annar av fysioterapeutunum, ið vara av venjingini.
Sum nú er, so fáa krabbasjúklingar tilboð um venjing tríggjar ferðir um vikuna í tólv vikur.
- Hetta er eitt tilboð, sum av álvara ger mun, sigur Una, sum nú er liðug við hesa endurvenjing, men sum heldur áfram at venja hóast tað.
