Góðan morgun Føroyar

Øll skulu kunna drekka uttan at stoyta
30-10-2023
Laila Midjord hevur uppfunnið eitt serligt glas, sum ger tað nærum ómøguligt at stoyta.

Vit drekka fimm til átta ferðir um dagin. Hjá flestu okkara er hetta uttan hóvasták. Men hjá fleiri er hetta ein avbjóðing, tí tey stoyta.

Orsøkirnar til tað kunnu vera fleiri. Laila Midjord hevur sjálv upplivað, at ein, sum stóð henni nær, fekk parkinson, og orsakað av tí upplivdi, at tað var trupult at drekka.

Hetta fekk Lailu Midjord at hugsa um, hvat hon kundi gjørt fyri at forða ella í øllum førum basa hesum.

Og tað megnaði hon eisini.

Saman við floksfelaga sínum fann hon loysnina, og hevur tí gjørt serstaka glasið, Drinksaver.

Fyri hana hevði tað stóran týdning, at glasið ikki bara var vakurt, og ikki sá øðrvísi út enn onnur gløs, tí hon vil vera við, at inklusjón hevur eins stóran týdning sum virknaðurin.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Veðrið, kapping, nýggir sangir, melodi grand prix, sanggreinan
14-02-2025
Søgutáttur, veðrið, pengar á tímatalvuna, FarGen2, FM fyri lærlingar
13-02-2025
Veðrið, kryolitt, tilmelding til miðnám, føroysk filmsvinna og børn og kroppar
12-02-2025
Veðrið, kvinnur í ítrótti, Spæl føroyskt, kynssjúkur og nýggjur sangur hjá Hans Jacob Hjelm
11-02-2025
Veðrið, føroyingur í Ørebro, Disney fótbóltur
10-02-2025
Veðrið, Sissal til MGP, kapping, Kallið
07-02-2025
Føroya søga, veðrið, ævisøguskriving, prestur skrivar barnabók og føroysk luttøka í MGP
06-02-2025
Veðrið, liðleiðari til útlendskt felag, lesaravirðislønin 2025 og paragraff 216 í revislógini
05-02-2025
Veðrið, føroysk frímerki, ung & rúsevnir, eldur í bilum
04-02-2025
Veðrið, vika 6 og Virkin Vágur
03-02-2025
Lús, Veðrið, Huldulitt, kapping og ítróttarfagnaðurin
31-01-2025
Søgutáttur, veðrið, skrivikapping og mentanarvika í Runavík, rørsla á arbeiðsplássinum, Tweed & Hyenas, føroysku filmur
30-01-2025