- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar

Fyrireikingarnar til nýggjan føroyskan stórfilm eru farnar av bakkastokki. Tað er Gudmund Helmsdal, sum er høvundur og leikstjóri.
Filmurin snýr seg um manningina umborð á Union Jack, sum undir seinna heimsbardaga sigldu vandasjógv við fiski frá Íslandi til Stóra Bretlands. Í 1940 varð Union Jack søkt av týskum kavbáti. Manningin bjargaði sær við neyð og deyð í lítlum báti á land á Flannan Island; teir høvdu tá sitið við árarnar í 42 tímar.
Ætlanin er, at framleiðslan skal vera føroysk burturav - bæði í talu, við føroyskum leikarum, tónleiki o.s.fr. Kostnaðurin fer at liggja á tvey-siffraðum milliónum.
Stórur áhugi er eisini vístur uttanlands. Millum annað hevur Gudmund havt samskifti við Netflix.
Tað er óvist nær filmurin verður liðugur, men nú er gongd sett á, sigur Gudmund Helmsdal, leikstjóri.
