- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar

Bygdarlívið á Ytru Hebridunum fyri 50 árum síðani lýst í nýggjari bók
21-11-2023
Susanne Barding hevur búð í Føroyum í hálva øld, og hon dylur ikki fyri, at Føroyar og Ytru Hebridurnar líkjast á mangan hátt
Frá 1970 til ´72 var antropologurin, Susanne Barding, á vísindaligari kanningarferð í Berneray á Hebridunum.
Nú, góð 50 ár seinni, er bók komin út, sum ógvuliga neyvt lýsir bygdalívið í Berneray.
Enska heitið er: ´Tis 50 Years Since - a Study of Life in a Hebridean Island Community.
Hon er góðar 600 síður, og fleiri enn 100 samtíðarmyndir eru í henni.
Høvundurin hevði ikki verið aftur í Bernarey øll hesi árini, men í sambandi við útgávuna vitjaði hon aftur. Tað var eitt heilt øðrvísi samfelag, ásannar Susanne Barding.
Útgávutiltak var í bygdarhúsinum. Nógv fólk var samankomið, og eini 100 bøkur vórðu seldar.

Góðan morgun Føroyar
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Nýggj útvarpssending, veðrið, felagskirkjulig gudstænasta og skemtarar á pall.
22-04-2025
Veðrið, Ovasavnið í Nólsoy, Mentanarvikan í Runavíkar kommunu, og filmurin um sluppuna Verdandi
16-04-2025
Veðrið, stuttligar søgur um børn, Visit Faroe Islands, kapping og Danny and the Veetos
04-04-2025