Góðan morgun Føroyar

Gott fyri parlagið
24-11-2023
At ganga niðan á ein fjallatind er kanska ikki fyri øll, men tað kann viðmælast teimum, ið vilja avbjóðingar.

Føðingardagsgávan frá Mariu Samson Christensen til mannin Kent Christensen á hansara 60 ára degi í vár var ein túrur niðan á hægsta fjall í Afrika. Túrurin skuldi eftir røttum vera næsta ár, men Kent gjørdist so spentur, at tey gjørdu av at fara longu í heyst.

Teimum báðum dámar væl at ferðast, og tey fyrireikaðu seg væl og virðiliga. Hóast hetta, so funnu tey útav, at tey ikki høvdu tikið nóg nógv heit klæði við sær, tí uppi í hæddunum gerst sera kalt. 20 kuldastig máldu tey onkran dagin, og tá var ikki annað at gera enn at læna termoundirklæði frá onkrum av hinum gongufólkunum.

Tá tað snýr seg um parlagið, halda tey bæði ikki, at vandi var á ferð, hóast tey gjørdust nakað strongd til tíðir.

- Eg haldi, at tað sum irriteraði Mariu mest, mundi vera, at eg ikki legði tingini upp á pláss, tá eg hevði brúkt tey, men annars var hetta ein góður túrur at gera saman, sigur Kent.

Eisini greiðir Maria frá torføru avgerðini tey tóku, áðrenn tey fóru úr Føroyum.

- Summi fáa hæddarsjúku, tá tey koma upp móti tindinum, og tá er ikki annað at gera enn at venda við. Vit avgjørdu, at gjørdist ein okkara sjúkur og mátti venda við, so skuldi hin halda fram, tí orsøkin til túrin var jú at røkka tindinum. Men tíbetur gjørdist hetta ikki heilt aktuelt.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Veðrið, kvinnur í ítrótti, Spæl føroyskt, kynssjúkur og nýggjur sangur hjá Hans Jacob Hjelm
11-02-2025
Veðrið, føroyingur í Ørebro, Disney fótbóltur
10-02-2025
Veðrið, Sissal til MGP, kapping, Kallið
07-02-2025
Føroya søga, veðrið, ævisøguskriving, prestur skrivar barnabók og føroysk luttøka í MGP
06-02-2025
Veðrið, liðleiðari til útlendskt felag, lesaravirðislønin 2025 og paragraff 216 í revislógini
05-02-2025
Veðrið, føroysk frímerki, ung & rúsevnir, eldur í bilum
04-02-2025
Veðrið, vika 6 og Virkin Vágur
03-02-2025
Lús, Veðrið, Huldulitt, kapping og ítróttarfagnaðurin
31-01-2025
Søgutáttur, veðrið, skrivikapping og mentanarvika í Runavík, rørsla á arbeiðsplássinum, Tweed & Hyenas, føroysku filmur
30-01-2025
Veðrið, dansur í Taivan, akademikarar, dómarar
28-01-2025
Veðrið, altjóða holocaust-dagur, Pól Sundskarð aftur í fjøllunum
27-01-2025
Veðrið, skipatunnil, kapping, goymslan hjá Tjóðsavninum
24-01-2025