Góðan morgun Føroyar

Gott fyri parlagið
24-11-2023
At ganga niðan á ein fjallatind er kanska ikki fyri øll, men tað kann viðmælast teimum, ið vilja avbjóðingar.

Føðingardagsgávan frá Mariu Samson Christensen til mannin Kent Christensen á hansara 60 ára degi í vár var ein túrur niðan á hægsta fjall í Afrika. Túrurin skuldi eftir røttum vera næsta ár, men Kent gjørdist so spentur, at tey gjørdu av at fara longu í heyst.

Teimum báðum dámar væl at ferðast, og tey fyrireikaðu seg væl og virðiliga. Hóast hetta, so funnu tey útav, at tey ikki høvdu tikið nóg nógv heit klæði við sær, tí uppi í hæddunum gerst sera kalt. 20 kuldastig máldu tey onkran dagin, og tá var ikki annað at gera enn at læna termoundirklæði frá onkrum av hinum gongufólkunum.

Tá tað snýr seg um parlagið, halda tey bæði ikki, at vandi var á ferð, hóast tey gjørdust nakað strongd til tíðir.

- Eg haldi, at tað sum irriteraði Mariu mest, mundi vera, at eg ikki legði tingini upp á pláss, tá eg hevði brúkt tey, men annars var hetta ein góður túrur at gera saman, sigur Kent.

Eisini greiðir Maria frá torføru avgerðini tey tóku, áðrenn tey fóru úr Føroyum.

- Summi fáa hæddarsjúku, tá tey koma upp móti tindinum, og tá er ikki annað at gera enn at venda við. Vit avgjørdu, at gjørdist ein okkara sjúkur og mátti venda við, so skuldi hin halda fram, tí orsøkin til túrin var jú at røkka tindinum. Men tíbetur gjørdist hetta ikki heilt aktuelt.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Veðrið, granskingarverkætlan og nýggjur konsertmeistari í FSO
20-01-2025
Veðrið, filmar og røðir, kapping, politistur í 40 ár á pensjón
17-01-2025
Brot úr Føroya søgu, veðrið, børn og snildfonir, tunnil 40 ár, spurnarkapping um kvæðamentan
16-01-2025
Veðrið, kavaódn í 2015, nøvnini við Tjarnir, fíggjarserfrøðingur
15-01-2025
Veðrið, gongutúrar alt 2024, kirkjuráðslimir hittast, føroyingur hevur undirhald sum vinnuveg í Íslandi
14-01-2025
Veðrið, ungdómsting á Christiansborg og dart
13-01-2025
Andrias Klein Gregoriussen, Tóra við Keldu og Hedvig Westerlund-Kapnas
10-01-2025
Veðrið, Ævintýraferðin, nýggjárskonsertin, pedagogfelagið
09-01-2025
Veðrið, 1/2 maraton, Sigurd Lamhauge, serfrøðingurin
08-01-2025
Veðrið, hjálpararbeiði í Afrika, Charlie Hebdo, Varpið
07-01-2025
Norðurlendska samstarvið er evnið í Norðurmóti, sum verður hildið seinnapartin.
06-01-2025
Veðrið, sangkapping, Tórshavnar Kamarkór, barnasøga um Norðurlond, jólasøgan
20-12-2024