- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar

Hallur Holm rennur ultrarenning í Taivan
01-12-2023
Føroya fremsti ultrarennari er tikin út til danska landsliðið. Hallur Holm er ein av fýra á landsliðnum
Klokkan tvey í nátt føroyska tíð fór Hallur Holm undir 24 tíma renning í Tapei í Taivan.
Føroyski ultrarennarin er tikin út til danska landsliðið og er sostatt fyrsti føroyingur nakrantíð, sum tekur lut í heimsmeistarakapping í frælsum ítrótti.
Systir Hall, Borgarhjørt Holm, er hjálparfólk hjá Halli.
Hon sigur, at beiggin hevur eina vón um at taka sítt egna met, sum er 223 kilometrar.
Fylg við beinleiðis á hesum leinki

Góðan morgun Føroyar
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Brot úr Føroya søgu, veðrið, børn og snildfonir, tunnil 40 ár, spurnarkapping um kvæðamentan
16-01-2025
Veðrið, gongutúrar alt 2024, kirkjuráðslimir hittast, føroyingur hevur undirhald sum vinnuveg í Íslandi
14-01-2025
Andrias Klein Gregoriussen, Tóra við Keldu og Hedvig Westerlund-Kapnas
10-01-2025
Norðurlendska samstarvið er evnið í Norðurmóti, sum verður hildið seinnapartin.
06-01-2025