Góðan morgun Føroyar

Pól hevur andaktir á fjallatindum
08-12-2023
- Tá tú ert í fjøllunum, er ein serligur friður, sum gevur tær møguleika at hugsa øðrvísi tankar, enn tú annars gert, sigur Pól Johannesen, trúðboðari.

Andaktir upp á fjallatoppum í Føroyum.

Tað er nakað heilt serligt, heldur Pól Johannesen, sum skipar fyri slíkum gongutúrum og er trúðboðari hjá Heimamissiónini. Fastur partur av túrunum er andakt uppi á toppinum.

- Eg byrjaði at ganga túrar einsamallur, tá korona herjaði, og so byrjaðu fólk at biðja meg siga sær frá, næstu ferð eg fór túr, soleiðsi at tey kundu koma við. Og síðani havi eg so gjørt ein bólk við fólkum, sum fáa eini sms-boð frá mær, tá eg ætli mær at fara ein túr, sigur Pól Johannesen.

Sum trúðboðari arbeiðir hann aloftast um kvøldarnar og um vikuskiftini, og tí ber væl til at leggja túrarnar til rættis eftir veðrinum og ikki eftir klokkuni. Hetta forðar tó ikki fólki at koma við á túrarnar.

- Eg havi møguleika at fleksa við mínum arbeiði, so tað kemur javnan fyri, at eg taki avgerð seint um kvøldið um at fara túr heilt tíðliga morgunin eftir. Tað er ymiskt, hvussu nógv fólk koma við mær, men tað er millum seks og 20 fólk, sigur Pól Johannesen.

Nakrar ferðir í summar hevur Pól eisini sovið á fjallatindum.

- Tað er nakað heilt serligt at liggja í soviposa, síggja sólina seta og síðani árla á morgni síggja sólarris, sigur Pól Johannesen.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Søgutáttur, veðrið, plantulund á dølum, Sakaris
22-05-2025
Veðrið, Viðareiði, student í Norra, serfrøðingur um skiftisár
21-05-2025
Veðrið, tannáringar, prestar á ferð
20-05-2025
Veðrið, tarmbrunasjúkur, Kirkjuliga Heimamissiónin
19-05-2025
Veðrið, tíðindi úr Eurovision, sólkrem, Eurovision og Føroyar, ólavsøkukórið
15-05-2025
Veðrið, keyp í nærumhvørvinum, sosial renning, nýggjasta úr Basel, maratonrenning
14-05-2025
Upptøkuroynd til leik, veðrið, Escape Room
13-05-2025
Veðrið, arbeiðslív, hálvmaraton
12-05-2025
Veðrið, barnaverkætlanin, kapping, Martin Drangberg
09-05-2025
Veðrið, Eurovision, hondbóltur, pávin, ráðstevna og søgutáttur
08-05-2025
Veðrið, samstarv um film við India, umhvørvisvika, serfrøðingurin
07-05-2025
Veðrið, innsavning Blái Krossur, ársins rúmligi arbeiðsgevi, virkin eldri
06-05-2025