- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar

Tað snýr seg um at halda fokus, hava tamarhald á andradráttinum og loysa uppgávuna, tú hevur fingið.
Hetta er í stuttum tað, sum mental venjing snýr seg um.
"Tann mentali parturin hevur eisini nógv at siga." Hetta hoyra vit eftirhondini javnan, tá tosað verður um ítróttaavrik. Eitt nú bleiv mental venjing fleiri ferðir nevnd í sambandi við dystirnar hjá føroyska hondbóltslandsliðnum hjá monnum í Berlin.
Men hvat er mental venjing í grundini?
- Í høvuðsheitum snýr tað seg um, at vit royna at byggja eina mentan upp rundan um eitt lið, sum arbeiðir út frá nøkrum virðum. Og so arbeiða vit við, at teir skulu megna at halda fokus so leingi sum møguligt og registrera, um teir missa fokusið eina løtu.
Soleiðis sigur Jens á Skipagøtu, sum er mentalur venjari hjá hondbóltslandsliðnum hjá monnum.
Sambært honum hevur tað nógv at siga, at ítróttafólk eru væl fyri ikki bert kropsliga men eisini mentalt.
- Tað eru ymiskir tankar, sum kunnu stinga seg upp í eitt nú einum hondbóltsdysti. Skjýtir tú upp á mál men brennur, veðrur settur út á bonkin ella okkurt tílíkt, so nyttar lítið, at tú spekulerar upp á júst tað. Tí so spekulerar tú jú ikki upp á, hvussu tú fært bóltin í netið næstu ferð, fortelur Jens á Skipagøtu.
Í morgunsendingini greiðir Jens á Skipagøtu frá mentalari venjing og hvussu hon ávirkar ítróttafólk og teirra avrik.
