Góðan morgun Føroyar

Hava sungið saman í 55 ár
30-01-2024
Kvartettin í Betesda sang fyri fyrstu ferð í 1968 og er framvegis virkin.

Kvartettin í Betesda varð stovnað til eina nýggjársveitslu í Betesda í 1968. Teir sum mannaðu kvartettina tá vóru Árni Jacobsen, Ólavur Jøkladal, Gerhard Tróndheim og Jóannes á Váli.

Tá ið Ólavur og Jóannes fluttu úr Klaksvík, komu Oddmar Marsten og Steinbjørn O. Jacobsen í teirra stað. Seinni kom Sámal Johannesen eisini upp í. Gerhard, Oddmar, Steinbjørn og Sámal syngja enn saman, og hóast miðalaldurin á teimum nú er 77 ár, so hava teir ongar ætlanir um at gevast.

- Vit hava stóra gleði av hvørjum øðrum, eisini tí vit eru so ymiskir. Vit flenna og práta saman um okkara umstøður.

Tað eru teir allir samdir um.

Morgunsendingin hitti kvartettina til eitt longri prát.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Vónbjørt Vang, veðrið, poddar um ADHD, haruveiða
28-10-2025
Veðrið, HFS 50 ár, vakrir seyðir
27-10-2025
Veðrið, kapping og hugleiðingar um MTV
24-10-2025
Ráðið fyri ferðslutrygd, veðrið, fjallabjargarar og bilar um veturin
23-10-2025
Veðrið, nikotin og tey ungu, flogmýs í Føroyum
22-10-2025
Veðrið, føroyskur dansur
21-10-2025
Hoyr alla sendingina
20-10-2025
Veðrið, sløkkja fartelefonina saman, kapping í almennari vitan
17-10-2025
Veðrið, altjóða matardagur, Mett fyri minni
16-10-2025
Veðrið, mynd og fingramerki á flogvøllinum, føroyingur fingið starv í størstu fyritøku í India
15-10-2025
Veðrið, stormskrá fyri Føroyar, Hotel Ørkin
14-10-2025
Veðrið, et føroyskt vika, Gutti Winther
13-10-2025