Góðan morgun Føroyar

Ein samrøða millum verkini
01-02-2024
Tað sigur Barbara í Gongini um framsýningina hjá sær og soninum Hauge í Gongini Djernis, sum verður í Norðurlandahúsinum

Sjálvt um Barbara arbeiðir fysiskt analogt og við hondunum í tilfarinum, hon nýtir til at skapa, og Hauge arbeiðir talgilt við millum annað 3D tøkni, so finna verkini saman í einari samrøðu, tá tey vera sett saman í einari framsýning.

Tað sigur Barbara í Gongini, sum í morgin fríggjadagin letur upp framsýningina Úrbreðgi saman við soninum Hauge í Gongini Djernis.

- Tað eru líkasum tvey herðashorn, sum hittast onkusvegna, og tað er ein nokkso stuttligur spenningur, sum uppstendur av tí sama.

- Eg rokni við at tey, sum koma at hyggja at framsýningini, fara at síggja ein greiðan samanhang millum summi av okkara verkum, sigur Hauge í Gongini Djernis, sum sigur seg altíð hava fingið íblástur úr arbeiðinum hjá mammu síni.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri. Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Nýggj útvarpssending, veðrið, felagskirkjulig gudstænasta og skemtarar á pall.
22-04-2025
Veðrið, Ovasavnið í Nólsoy, Mentanarvikan í Runavíkar kommunu, og filmurin um sluppuna Verdandi
16-04-2025
Veðrið, Listaljóð og sjúkrarøktarfrøðingar hittast aftur
14-04-2025
Hetta er ein av søgunum, ið Begga Ellingsgaard og Mirjam Carlsen siga okkum í hesari samrøðuni, nú tað eru 50 ár liðin, síðani tær tóku prógv sum sjúkrarøktarfrøðingar
14-04-2025
Knút Háberg Eysturstein: Astri Luihn er útbúgvin tónleikafrøðingur og tað sæst aftur í listprýðingini á skúlanum, ið eisini kann gerast ein musiksøgulig rannsóknarferð
14-04-2025
Veðrið, tarasnapsur, kapping, lundaframsýning, sangskriving
11-04-2025
Veðrið, søgutáttur, vinur mín í vínlandi, útilív, føroyskur filmur
10-04-2025
Veðrið, z-ættarliðið í ferðsluni, fólkavøkstur, góði formurin
09-04-2025
Veðrið, partabrøv, kjattbottur, sorgarbólkur
08-04-2025
Veðrið, loppurnar, forkvinnan í MEGD
07-04-2025
Veðrið, stuttligar søgur um børn, Visit Faroe Islands, kapping og Danny and the Veetos
04-04-2025
Veðrið, ungur røktingarmaður, Skúvoy, Sement 2025, søgutáttur
03-04-2025