- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar

Teir tríggir, Kristian Jacobsen, Dávid Nattestad og Brestir Bjarnastein Restorff hava altíð havt áhuga fyri føroyskum dansi og kvæðamentan.
Hóast tann yngsti er 19 ár og tann elsti er 24 ár, hava teir stóra vitan um føroysk kvæði. Tað hava teir prógvað í spurnarkappingini Tú manst vita frá mongum at siga, sum hevur verið at hoyrt í útvarpinum seinastu vikurnar. Har hava teir megnað at vunnið seg í finaluna, sum verður í Reinsarínum leygarkvøldi.
Spurnarkappingin snýr seg føroyskan dans og kvæðamentan. 8 ymisk dansifeløg hava luttikið í kappingini.
- Hetta hevur verið við til at økja áhugan fyri føroyskum dansi. Tað eru serliga nógv fólk, ið vanliga ikki hava áhuga fyri kvæðum, sum hava fylgt við. Tað er stuttligt, siga Kristian, Dávid og Brestir.
