Góðan morgun Føroyar

Nógv fleiri føroysk børn og ung venja fótbólt
20-02-2024
Hetta er úrslit av einum miðvísum arbeiði, sum byrjaði í 2018, sigur Christina Ravnsfjall frá Fótbóltssambandinum

Seinastu fimm árini eru nógv fleiri børn og ung í Føroyum farin at venja fótbólt. Hjá gentum er talið vaksið 27 prosent, og hjá dreingjum 20 prosent.

Christina Ravnsfjall, grasrótasamskipari hjá Fótbóltssambandinum, arbeiðir við breiddarfótbóltinum.

Hon byrjaði í starvinum í 2018 og beinanveg var ein málsetningur at fáa fleiri fólk at spæla. Fyrsta stig var at fáa feløgini at skráseta allar spælarar.

Tað var skjótt greitt, at størsta potentiali var at fáa fleiri gentur at spæla. Tær vóru bæði færri og byrjaðu seinni enn dreingirnir.

Samskiparin leggur aftrat, at gransking vísir, at børn, sum byrja at spæla yngri enn níggju ára gomul, oftari halda fram við ítróttinum, tá tey eru eldri.

Í dag er ikki nøkur sjálvfylgja, at børn eru kroppsliga virkin. Tað eru ikki øll, sum spæla úti á sama hátt sum fyrr. Tí kann fótbóltsvøllurin vera eitt alternativ.

Venjingin hjá teimum smáu skal vera stuttlig, men fyri at fáa hetta at bera til, er tað ein treyt, at foreldur eisini eru partur av venjingini fyrstu árini, ásannar Christina Ravnsfjall.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Veðrið, valstríð og skógareldur í Noregi
19-03-2026
Veðrið, fyrsti krossurin, Habermas
18-03-2026
Veðrið, røða í Europatinginum, seyðahundakapping
17-03-2026
Veðrið, solarium, Oscar
16-03-2026
Veðrið, Setursgonga, kapping
13-03-2026
Veðrið, tjaldrið, Parasport Føroyar, Tá røktin ikki røkkur
12-03-2026
Veðrið, kvinnur í tónleiki
11-03-2026
Veðrið, støðisár í føroyskum, val í Kringvarpinum
10-03-2026
Veðrið, vínkjallari og altjóða kvinnudagur í Fuglafirði
09-03-2026
Fantasilið, veðrið og kapping
06-03-2026
Veðrið, Hoydalar, skipstroyggjukapping og mentanarvika, dyppifestivalur
05-03-2026
Veðrið, pensjónistaskeið, kvinnurørðslan í dag
04-03-2026