Góðan morgun Føroyar

Hósvíkar Róðrarfelag fyllir 50 ár
20-02-2024
- Felagið er í besta blóma, tí vit fáa so góða hjálp frá sjálvbodnum, sigur Bjørk Lykke Ludvig, forkvinna í Hósvíkar Róðrarfelagi.

Felagsskapurin hevur alt at siga.

Tað halda Anna Olsen og Bjørk Lykke Ludvig, sum eru ávikavist trivnaðarfólk og forkvinna í Hósvíkar Róðrarfelagi, sum tann 25. apríl hátíðarheldur 50 ára stovningardag.

Júst góði felagsskapurin og stóra arbeiðið, sum tey sjálvbodnu gera, er ein av høvuðsorsøkunum til, at tað gongst felagnum væl.

- Limir úr Hósvík og øllum Sundalagnum eru altíð fúsir at hjálpa til, tá tørvur er á tí, og tað hevði ikki gingiðst felagnum so væl uttan stóru hjálpina frá teimum sjálvbodnu, sigur Bjørk Lykke Ludvig, forkvinna.

Umframt sjálvbodna arbeiðið er felagsskapurin millum limirnar av alstórum týdningi.

- Her er gott at vera, og tey ungu tíma væl at brúka tíð í neystinum og úti í bátunum. Harafturat skipar felagið fyri nógvum ymiskum tiltøkum alt árið, og tá er undirtøkan altíð góð, sigur Anna Olsen.

Í morgunsendingini greiða Anna Olsen og Bjørk Lykke Ludvig frá felagnum og virkseminum, sum er í Hósvíkar róðrarfelagi.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri. Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
19.03.2025
19-03-2025
Veðrið, inklusjón í fólkaskúlanum, PAZ, nýtt neyst
18-03-2025
Veðrið, nýggjur sangur um ringrás og træbátur í Grønlandi
17-03-2025
Hoyr alla sendingina
14-03-2025
Veðrið, brot úr Føroya søgu, følsk list, mikroaggressiónir, nýggjur aðalskrivari í Barnabata
13-03-2025
Veðrið, sosialráðgevi í donskum fongslum, hondbóltur og ljósmóðir
12-03-2025
Eitt korter, Veðrið, Marianna & Leivur, valið í Grønlandi
11-03-2025
Veðrið og Ársins Brita
10-03-2025
Søgutáttur, veðrið, sálarheilsa hjá ungum, altjóða kvinnubønardagur og hondkonusteinurin
06-03-2025
Veðrið, Jón Tyril, Annika Hoydal, fysioterapeuturin
05-03-2025
Veðrið, kvinnuligir íverksetar, brodering og olympisk vektlyfting
04-03-2025
Veðrið, ársins vørumerki, Oscar handan
03-03-2025