Góðan morgun Føroyar

Harald tekur myndir í Antarktis
27-02-2024
Vestmenningurin Harald Bjørgvin er í Antarktis saman við 84 øðrum myndafólkum.

Í nógv ár hevur Harald Bjørgvin droymt um at sleppa til Antarktis at taka myndir. Tá hann sá, at kendi myndamaðurin, Nigel Danson, fór at halda eitt skeið í myndatøku í Antarktis, byrjaði hann at spara sær pening saman til ferðina.

Hann hevur nú verið 8 dagar í Antarktis. Saman við 84 øðrum myndafólkum lærir hann eina rúgvu um at taka góðar myndir. Tey búgva umborð á skipinum Sylvia Earle, og tvær ferðir um dagin fara tey útferðir við gummibátum.

Niðanfyri ber til at síggja nakrar myndir, sum Harald hevur tikið á túrinum.

Eisini hevur hann lagt fleiri myndir út á sosialu miðlar:

Instagram: bjorgvinharald

facebook: Harald Bjørgvin Photography

 

 

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Veðrið, alilærlingar fingið prógv, Springs aftur á pall
21-04-2026
Veðrið, aktiv deyðshjálp
20-04-2026
Veðrið, blindur bókhaldari gevst, kapping
17-04-2026
Veðrið, Dugni 70 ár
16-04-2026
100 landsdystir, veðrið, tingfólk á skúlabonk, handrit.fo
15-04-2026
Veðrið, Sunda kommuna og skiftisár
14-04-2026
Veðrið, list í almenna rúminum
13-04-2026
Veðrið, kapping, Skúlin á Trøðni 50 ár
10-04-2026
Veðrið, ungur stjørnukokkur, Lena Anderssen
09-04-2026
Veðrið, Bjarta Osberg Johansen, samgonguskjal
08-04-2026
Veðrið, heilsustøða í Føroyum, seinastu fiskagenturnar í Hovi
07-04-2026
Veðrið, Sjúrður Skaale farin til arbeiðis, elligomul seyðabein
31-03-2026