Góðan morgun Føroyar

Foreldur skulu tora at seta mørk
29-02-2024
- Børn og foreldur skulu ikki vera bestu vinir, og foreldur mugu tora at taka ópopulerar avgerðir, sigur Sára Gullfoss, heilsufrøðingur

Tímir tú at bera tallerkin yvir í køkin? Kanst tú sløkkja telefonina nú? Tímir tú at lata teg í jakka?

Fleiri foreldur munnu kenna til støður, har tey vita, at taka tey eina avgerð fyri barnið, ja so er grátur og ósemja í væntu.

Men tað er umráðandi, at foreldur tora at taka tær ópopuleru avgerðirnar, tá tað er tað besta fyri barnið.

- Børn og foreldur skulu ikki vera bestu vinir. Børn hava tørv á hjálp og vegleðing frá teimum vaksnu, og í flestu førum vita tey vaksnu betur enn barnið.

Soleiðis sigur Sára Gullfoss, sum er heilsufrøðingur.

Ópopuleru avgerðirnar kunnu lættliga elva til keðiligar støður, har barnið skeldar og grætur. Men soleiðis nýtist tað ikki at vera.

- Tað er í lagi, at barnið reagerar, tá okkurt ikki gongur soleiðis, sum barnið vil. Men tá er umráðandi, at vit sum foreldur eru rólig og hjálpa barninum at vera í støðuni, sigur Sára Gullfoss.

Ofta halda foreldur, at tey gera eina góð gerð við at lata barnið vera við til at taka ymiskar avgerðir. 

- Tað er ikki altíð eitt gott hugskot at geva børnunum ov nógvar valmøguleikar. Vilt tú eta fisk, lasanju ella frikadellur? Børn skulu ikki hava hasa ábyrgdina. Sjálvandi kunnu børn vera við í onkrum avgerðum, men sum heild orka børn illa alla tíðina at skula taka støðu til ymiskt, sigur Sára Gullfoss.

Í morgunsendingini greiðir Sára Gullfoss frá uppaling og ymiskum uppalingarhættum.

 

 

 

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri. Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Veðrið, Sissal, Samkeyp 35 ár, innsavning
25-02-2025
Veðrið, hondbóltur, kapping, guðstænasta í Suðuroy
21-02-2025
Veðrið, Reyðakrossbúðin í Klaksvík, Team Rynkeby Føroyar og ovát
20-02-2025
Veðrið, foreldur í talgildum heimi, gikt og børn, serfrøðingurin
19-02-2025
Veðrið, politiskar yrkingar, stealthing, auction bridge
18-02-2025
Veðrið, skundverðir og bókmentafestivalur
17-02-2025
Veðrið, kapping, nýggir sangir, melodi grand prix, sanggreinan
14-02-2025
Søgutáttur, veðrið, pengar á tímatalvuna, FarGen2, FM fyri lærlingar
13-02-2025
Veðrið, kryolitt, tilmelding til miðnám, føroysk filmsvinna og børn og kroppar
12-02-2025
Veðrið, kvinnur í ítrótti, Spæl føroyskt, kynssjúkur og nýggjur sangur hjá Hans Jacob Hjelm
11-02-2025
Veðrið, føroyingur í Ørebro, Disney fótbóltur
10-02-2025
Veðrið, Sissal til MGP, kapping, Kallið
07-02-2025