Góðan morgun Føroyar

Foreldur skulu tora at seta mørk
29-02-2024
- Børn og foreldur skulu ikki vera bestu vinir, og foreldur mugu tora at taka ópopulerar avgerðir, sigur Sára Gullfoss, heilsufrøðingur

Tímir tú at bera tallerkin yvir í køkin? Kanst tú sløkkja telefonina nú? Tímir tú at lata teg í jakka?

Fleiri foreldur munnu kenna til støður, har tey vita, at taka tey eina avgerð fyri barnið, ja so er grátur og ósemja í væntu.

Men tað er umráðandi, at foreldur tora at taka tær ópopuleru avgerðirnar, tá tað er tað besta fyri barnið.

- Børn og foreldur skulu ikki vera bestu vinir. Børn hava tørv á hjálp og vegleðing frá teimum vaksnu, og í flestu førum vita tey vaksnu betur enn barnið.

Soleiðis sigur Sára Gullfoss, sum er heilsufrøðingur.

Ópopuleru avgerðirnar kunnu lættliga elva til keðiligar støður, har barnið skeldar og grætur. Men soleiðis nýtist tað ikki at vera.

- Tað er í lagi, at barnið reagerar, tá okkurt ikki gongur soleiðis, sum barnið vil. Men tá er umráðandi, at vit sum foreldur eru rólig og hjálpa barninum at vera í støðuni, sigur Sára Gullfoss.

Ofta halda foreldur, at tey gera eina góð gerð við at lata barnið vera við til at taka ymiskar avgerðir. 

- Tað er ikki altíð eitt gott hugskot at geva børnunum ov nógvar valmøguleikar. Vilt tú eta fisk, lasanju ella frikadellur? Børn skulu ikki hava hasa ábyrgdina. Sjálvandi kunnu børn vera við í onkrum avgerðum, men sum heild orka børn illa alla tíðina at skula taka støðu til ymiskt, sigur Sára Gullfoss.

Í morgunsendingini greiðir Sára Gullfoss frá uppaling og ymiskum uppalingarhættum.

 

 

 

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri. Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Veðrið, yrkingar, kenslulig krøv, kapping, FMA
21-03-2025
19.03.2025
19-03-2025
Veðrið, inklusjón í fólkaskúlanum, PAZ, nýtt neyst
18-03-2025
Veðrið, nýggjur sangur um ringrás og træbátur í Grønlandi
17-03-2025
Hoyr alla sendingina
14-03-2025
Veðrið, brot úr Føroya søgu, følsk list, mikroaggressiónir, nýggjur aðalskrivari í Barnabata
13-03-2025
Veðrið, sosialráðgevi í donskum fongslum, hondbóltur og ljósmóðir
12-03-2025
Eitt korter, Veðrið, Marianna & Leivur, valið í Grønlandi
11-03-2025
Veðrið og Ársins Brita
10-03-2025
Søgutáttur, veðrið, sálarheilsa hjá ungum, altjóða kvinnubønardagur og hondkonusteinurin
06-03-2025
Veðrið, Jón Tyril, Annika Hoydal, fysioterapeuturin
05-03-2025
Veðrið, kvinnuligir íverksetar, brodering og olympisk vektlyfting
04-03-2025