- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar

Áhugin fyri at seta búgv á Viðareiði er stórur
21-05-2025
Tað sigur borgarstjórin í Viðareiðis kommunu, Marita Sumberg, sum eisini vísur á, at grundstykki eru tøk
Vit hittu borgarstjóran í Viðareiðis kommunu, Maritu Sumberg, við Spónhyljar, ið er grøna økið miðskeiðis í bygdini. Og hetta økið, ið telur trø, runnar, gongugøtir og tríggjar hyljar, hevur stóran týdning fyri trivnaðin í bygdini.
Í hesari samrøðuni verður eisini nomið við hvønn týdning nýggju tunlanir norður um fjall hava, og vit tosa millum annað eisini um Norðfestivalin, nýggja barnagarðin, sum verður bygdur, og felagslívið á Viðareiði.
Tú kanst hoyra samrøðuna her!

Góðan morgun Føroyar
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Veðrið, tíðindi úr Eurovision, sólkrem, Eurovision og Føroyar, ólavsøkukórið
15-05-2025
Veðrið, keyp í nærumhvørvinum, sosial renning, nýggjasta úr Basel, maratonrenning
14-05-2025