- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar

Tá ein starvast sum løgreglufólk er møguleiki at taka eitt tíðarskeið í Danmark ella í Grønlandi.<br/>
Tað hevur altíð verið ein dreymur at fara til Grønland, síðan eg hoyrdi um tað fyrstu ferð, tá eg byrjaði undir lesnað. Tað ger eisini nakað við okkum menniskju, at vit royna nakað nýtt. Mær dámar væl at hitta nýggj fólk og royna nýggjar avbjóðingar. Tað sigur Annika Dimon, politistur.<br/>
Tað er ein stórur munur at arbeiða sum politistur í Grønlandi í mun til í Føroyum. Grønlendingar hava stórar avbjóðingar við rúsdrekka misnýtslu. Tað fyllir nógv í arbeiðinum hjá løgregluni í Nuuk. <br/>
Grønland er eisini eitt veiðisamfelag. Tað merkir, at nógv heim eiga vápn. Av tí sama var eg eisini meira varin, tá eg bankaði á dyrnar hjá fólkum.<br/>
Hoyr alla samrøðuna við Anniku Dimon her:

