- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar

Bíbilsk sálarrøkt.

Soleiðis eitur útbúgvingin, sum útvið 15 prestar í føroysku fólkakirkjuni júst hava fingið.

Tveir prestar, ið hava lært um bíbilska sálarrøkt, eru Lis Samuelsen og Derhard Jógvansson.

Sambært teimum snýr henda útbúgvingin seg í høvuðsheitum um at brúka ein nýggjan samrøðuhátt, tá tey tosa við fólk í eitt nú sorg, kreppu ella trauma.

- Bíbilsk sálarrøkt brúkar ein viðurkendan altjóða samtaluteknikk, sum byggir á bíbilskar tekstir og viðkomandi sálarrøkt, og so verða dømi tikin úr tí veruliga lívinum, sigur Lis Samuelsen, og vísir á, hvussu bíbilsk sálarrøkt fungerar heilt ítøkiliga.

- Her fer mann aktivt inn og brúkar bíbilsku tekstirnar. Ikki sum moralskt kumpass, men vísir á loysnir og møguleikar, og peikar á, hvør gud er, sigur Lis Samuelsen.

- Tað áhugaverda við at brúka bíbilsku tekstirnar er, at har er so ótrúliga nógv at heinta fyri eitt menniskja, sum er í sorg ella í neyð, hevur upplivað trauma og ikki ordiliga kemur víðari í lívinum, sigur Derhard Jógvansson, sum eisini vísir á, at sálarrøkt er ein atórur partur av prestarstarvinum.

- At brúka bíbliuna í sálarrøkt er nakað, vit gera í okkara arbeiði, men tað kann vera trupult at vita, í hvussu stóran mun mann skal brúka bíbilskar tekstir, og har er munur á at tilvitað brúka tekstirnar nakað meir í samtaluni, sigur Derhard Jógvansson.

Í morgunsendingini forklára Lis Samuelsen og Derhard Jógvansson um bíbilska sálarrøkt í prestastarvinum