Góðan morgun Føroyar

Hava spurt børn um tað góða lívið
10-02-2026
Í arbeiðinum at smíðja Barnalógina er stór frágreiðing gjørd um, hvat børn og ung halda vera eitt gott lív

Hvat halda børn og ung, at eitt gott lív er?

Tað kann mann lesa um í frágreiðingini hjá Barna- og útbúgvingarmálaráðnum, sum er gjørd í sambandi við arbeiðið at smíðja Barnalógina, sum nú hevur verið til almenna hoyring.

Synnøve av Rana er samskipari av barnaverkætlanini. Tilsamans 670 børn hava sagt sína hugsan um tað góða lívið.

- Við kreativiteti, práti og spæli hava børn og ung millum 4 og umleið 20 ár sagt sína hugsan um nógv viðurskifti, sum upp á ymiskar mátar snúgva seg um tey, sigur Synnøve av Rana.

Hetta er fyrstu ferð, at ein so stór og umfatandi kanning er gjørd av føroyskum børnum og ungum, og sambært Synnøve av Rana er ein stórur partur av vitanini nýggjur og kann fáa bæði foreldur og stovnar at hugsa um barnalívið.

- Fyrst og fremst vísir kanningin, at børn og ung trívast, tá tey kenna seg trygg heima, í skúla, á stovni og og í grannalagnum. Harafturat útrykkja børnini púra greitt, at náttúran og djór geva teimum frið og tryggleika. Kortini siga fleiri teirra, at tað onkursvegna er trupult at fáa skjóta atgongd til náttúruna, sigur Synnøve av Rana.

Seinastu árini hava vit hoyrt, hvussu nógv børn og ung eru knýtt at snildtelefonum, men sambært hesi kanningini hava snildtelefonir ikki so stóran týdning fyri trivnaðin hjá børnum.

- Børnini fingu sum uppgávu at raðfesta ymiskt á eini linju, sum skuldi vísa, hvat hevði størst og minst týdning fyri teirra trivnað. Har vísti tað seg, at telefonin als ikki hevði so høga raðfesting, og samanumtikið ber til at siga, at sambært børnunum gera sosialir miðlar og ótrygg netnýtsla tey ótrygg, sigur Synnøve av Rana.

Í morgunsendingini forklárar Synnøve av Rana um frágreiðingina hjá Barna- og útbúgvarmálaráðnum.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Veðrið, Setursgonga, kapping
13-03-2026
Veðrið, tjaldrið, Parasport Føroyar, Tá røktin ikki røkkur
12-03-2026
Veðrið, kvinnur í tónleiki
11-03-2026
Veðrið, støðisár í føroyskum, val í Kringvarpinum
10-03-2026
Veðrið, vínkjallari og altjóða kvinnudagur í Fuglafirði
09-03-2026
Fantasilið, veðrið og kapping
06-03-2026
Veðrið, Hoydalar, skipstroyggjukapping og mentanarvika, dyppifestivalur
05-03-2026
Veðrið, pensjónistaskeið, kvinnurørðslan í dag
04-03-2026
Veðrið, Húsið 20 ár, og Neil Sedaka farin
03-03-2026
Veðrið, nýggjur aðalstjóri í ÍSF, tjattbottur hjá Taks
02-03-2026
Veðrið, ársins útvarpshitt 2025, grafiskur sniðgevi millum stjørnur
27-02-2026
Veðrið, valprát og spurnarkanning frá Hagstovu Føroya
26-02-2026