Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar
30-09-2026
Rekamaðurin, Hans Ellefsen

"Róligur, Sámal Mathias, róligur" Í 1977 gav Jens Pauli Heinesen skaldsøguna Rekamaðurin út á egnum forlagi, og hon gjørdist ein føroyskur klassikari.

Nú, næstan 50 ár seinni eru bókin seld tveimum av heimsins størstu feløgum, W.W. Norton í USA og Canongate í Bretlandi, har hon verður lýst sum eitt møguligt høvuðsverk í samtíðarbókmentum. Enska heitið er The Driftwood Man, og aftanfyri týðingina standa dóttir rithøvundan og gitni amerikanski týðarin Damion Searls.

Vit práta við Elina Brimheim Heinesen.

”Hans Ellefsen hevur verið ein týðilig fakliga grundað rødd í kritiska kjakinum um fiskivinnubúskapin og -politikkin seinastu árini.” Soleiðis stendur millum annað í grundgevingini fyri, at Hans Ellefsen, búskaparfrøðingur, fekk ársins miðlaheiðursløn hjá Granskingarráðnum, sum var handað á Vìsindavøkuni í síðstu viku.

Hans Ellefsen vitjar sendingina.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Urd Johannesen lesur, veðrið
13-11-2026
Føroyskar sagnir, Høgni Mohr, Faðir vár
12-11-2026
Prát og veðrið
12-11-2026
Gullmedalja, rithøvundaupplestur og útróður
11-11-2026
Les føroyskt - Sissal Kampmann, veðrið
09-11-2026
Kapping og yrkingar í Kina
06-11-2026