- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar
08-10-2026
Bróstkrabbi, Janus Rasmussen
Ljósareyður oktobur er átak, sum millum annað krabbameinsfelagið í USA setti á stovn í 1985. Síðani hevur oktober á hvørju ári verið mánaðin, har serligt ljós verður varpað á bróstkrabba.
Ein partur av upplýsingararbeiðnum er at varpa ljós á fyribyrging, og tann týdning tað hevur at kanna seg sjálva, og leita sær hjálp, um ein varnast, at okkurt er, sum tað ikki plagar.
Men hvussu kannar mann seg, millum annað tað fara vit at tosa um við Eyð Gudmundsson, sum sjúkrarøktarfrøðingur á krabbameinsambulatoriunum á Landssjúkrahúsinum, og sum hevur starvast innan krabbameinsøkið í eini 32 ár.
---------
"Øll í verðini eru á Youtube, og tí er tað eitt gott stað at kunna um mín tónleik."
Tað sigur kendi føroyski tónlistamaðurin og tónleikaframleiðarin Janus Rasmussen.
Janus Rasmussen brúkar nógva orku upp á framleiða videobrot til sína Youtube-rás, har hann greiðir frá um sítt virki sum tónleikaframleiðari.
Uni Leitisstein hevur fingið orð á Janus Rasmussen.

Góðan morgun Føroyar
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500