- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar

– Vit eru nøkur sum hava sólarmyrking hvønn dag
19-03-2015
Sigur Ruth Thomsen, um hví skipað verður fyri eini konsert í myrkri. Hetta er møguleikin at vera í støðuni hjá einum blindum í ein góðan tíma
Tá tú ikki hevur sjónina, so manglar tú umleið 80 % av tíni sansan og eingin veit hvussu tað veruliga er fyrr enn man verður blindur. Soleiðis siga Ruth Thomsen og Karin Kass, sum skipa fyri eini konsert í myrkri í Løkshøll sunnukvøldið.
Endamálið er at bjóða fólki ein góðan tíma í tilveruni hjá teimum blindu. Vit merkja ofta at konsertir og tiltøk annars gerast sera visuel. Tónleikarar verða ikki nevndir og skráin fæst bert á pappíri. Sunnukvøldið kunnu tey síggjandi royna ein tíma í bølamyrki við góðum tónleiki, siga Ruth og Karin.

Góðan morgun Føroyar
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Nýggjur sangur hjá Sissal, veðrið, ársins ferðavinnufólk 2025 og Margarinfabrikkin 30 ár
13-11-2025
Annika Dimon hevur seinastu tveir mánaðirnar starvast sum løgreglufólk í Nuuk.
11-11-2025