Góðan morgun Føroyar

Hevur verið 50 ár í sama starvi
01-10-2015
- Longu tá eg var í starvsvenjing, visti eg, at eg var komin á røttu hill, sigur Maria Olsen, farmakonom á Noroyða Apoteki

Tað eru alsamt færri, ið upplivað at hava 50 ára starvsdag á arbeiðsplássinum.


Men 66 ára gamla Maria Olsen í Klaksvík kundi herfyri hátíðarhalda tey 50 árini, hon hevur arbeitt á Noroyða Apoteki.


- Eg havi ongantíð saknað at havt eitt annað arbeiði. Longu tá eg sum 16 ára gomul var í starvsvenjing á apotekinum, visti eg, at eg var komin á røttu hill, sigur Maria Olsen.


Í dag er rættiliga vanligt, at fólk skifta arbeiði enntá fleiri ferðir, men soleiðis hevur ikki verið hjá Mariu.


- Eg haldi, tað er fínt, at onnur skifta arbeiði, tí mann skal gera tað, mann sjálvur hevur hug til. Eg havi bara ongantíð havt hug til at arbeiði aðrastaðni, tí eg havi altíð trivist væl her á apotekinum, sigur Maria Olsen.


Í morgunsendingini fortaldi Maria Olsen millum annað, hvussu hesi 50 árini á Noroyða Apoteki hava verið, og hvørjar broytingar eru farnar fram.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Oyggjaleikir og lurtarakapping
08-05-2026
Prát og veðrið
08-05-2026
Prát, Herborg Torkilsdóttir
07-05-2026
Kanning av føroyingum við diabetes 2 og maður, sum lyftir høv
06-05-2026
Prát og veðrið
06-05-2026
Fólkaræði og bóndaprát
05-05-2026
Nýggjur leiðari í Kvinnuhúsinum og innsavning hjá Bláa Krossi
04-05-2026
Veðrið og prát
04-05-2026
Guðrun & Guðrun og summarlegur hjá Reyða krossi
30-04-2026
Prát og veðrið
30-04-2026
Norðoyatunnilin 20 ár, maraton met
29-04-2026