- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar

Angist kann koma á øll
16-06-2016
Men hjá summum verður tað ein trupulleiki, sum hevur stóra ávirkan á gerandisdagin, sigur Gurið Simonsen, sálarfrøðingur
Hildið verður, at umleið ein av tíggju stríðist við angist onkuntíð á lívsleiðini, men Gurið Simonsen hevur varhuga av, at veruliga talið er størri.
At ansa eftir sær sjálvum, fáa nóg mikið av svøvni, ikki drekka ov nógv alkohol og sleppa undan strongd eru øll hyggjuráð, um tú kennir á tær, at tú stúrir.
Gurið Simonsen brúkar sjálv fjølbroyttar viðgerðarhættir, tá hon arbeiðir við fólki, ið hava angist. Menniskju eru ymisk og samansett, og tí verður arbeitt við ymiskum amboðum.
Á facebookvanga sínum umrøður Gurið Simonsen sálarfrøðilig evni. Síðan er á hesum leinki

Góðan morgun Føroyar
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Veðrið, tíðindi úr Eurovision, sólkrem, Eurovision og Føroyar, ólavsøkukórið
15-05-2025
Veðrið, keyp í nærumhvørvinum, sosial renning, nýggjasta úr Basel, maratonrenning
14-05-2025