- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar

Ísland spælir fyri at koma langt
14-06-2016
Hóast tað er eitt bragd í sjálvum sær, at Ísland er komið í EM-endaspælið, ætla íslendingar sær stig og helst at koma víðari úr bólkaspælinum
Sonni Ragnar Nattestad býr í Íslandi, har hann spælir fótbólt við FH Hafnafjørði. Sambært honum eru íslendingar ógvuliga spentir, nú Ísland er í EM-endaspælinum fyri fyrstu ferð.
- Íslendingar eru stoltir og ætla sær meir enn bara at vera við, segði føroyski fótbóltsspælarin úr Reykjavík.

Góðan morgun Føroyar
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Veðrið, tíðindi úr Eurovision, sólkrem, Eurovision og Føroyar, ólavsøkukórið
15-05-2025
Veðrið, keyp í nærumhvørvinum, sosial renning, nýggjasta úr Basel, maratonrenning
14-05-2025