Góðan morgun Føroyar

Nú sæst sjóvarfallið á telefonini
25-09-2017
Við nýggju appini, sum hevur fingið heitið Rák, ber til at síggja streymin kring Føroyar neyvari enn áður.

Við nýggju appini, sum hevur fingið heitið "Rák?, ber til at síggja streymin kring Føroyar neyvari enn áður.

Umframt í sambandi við sigling, útróður og fiskiskap sum heild, er appin eisini hent hjá teimum, ið hava stuttleikabátar.

Somuleiðis kann hon nýtast til undirvísing av ymiskum slagi, ið hevur við sjógvin at gera.

Tá appin er fingin inn á snildfonina, er ikki neyðugt at hava internetsamband fyri at brúka hana.

Og tá appin verður latin upp, vísir hon eina mynd av Føroyum, sum yvirskipað vísir, hvussu rákið er júst nú.

Nýggj mynd av rákinum verður síðani roknað fyri hvønn 15. minutt.

Appin er brúkaravinarlig, og til ber at gera kortið størri og flyta tað runt við at nýta fingarnar á sama hátt, sum tá ein hyggur eftir myndum á telefonini.

Pílarnir vísa rætningin á rákinum, og fýra litir vísa ymsu streymferðina.

Blátt stendur fyri kyrrindum, grønt fyri einum metri um sekundið, gult fyri tveimum og reytt fyri trimum metrum um sekundið og oman fyri tað. Hetta svarar til ávikavist tvær, fýra og seks sjómíl.

Menningin av nýggju appini er ein felags verkætlan millum Fiskaaling, sum hevur staðið fyri verkætlanarleiðslu og ráðgeving, Fróðskaparsetur Føroya, ið hevur veitt grunddáta, fyritøkan Magnussen Technology, ið er tøkniligur ráðgevi, sniðgevi og forritari, meðan

Statoil hevur veitt fíggjarligan stuðul til verkætlanina.

Appin, sum er ment til at virka á bæði Iphone og Android, kann heintast á heimasíðuni: www.rak.fo, har eisini ein vegleiðing er tøk.

Tilfeingi er felags tema fyri sjálva Vísindavøkuna, sum verður hildin fríggjadagin 29. september, har Fiskaaling fer at hava ein bás, sum millum annað fer at lýsa partar av virkseminum hjá Fiskaaling í filmsbitum.

Aftur í ár fer Vísindavøkan at vera hildin í Perluni, Reinsarínum, Ostahúsinum og á Perlutorginum, sum liggja í Tórsgøtu í Havn.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Veðrið, danskt melodi gran prix
13-02-2026
Veðrið, hemaragransking og Melodi Grand Prix
12-02-2026
Veðrið, OL, valútlit, ringanna harri
11-02-2026
Í arbeiðinum at smíðja Barnalógina er stór frágreiðing gjørd um, hvat børn og ung halda vera eitt gott lív
10-02-2026
Útvið 15 føroyskir prestar hava júst tikið útbúgving í bíbilskari sálarrøkt
10-02-2026
Veðrið, børn og ítróttur, Nansý Sunadóttir
10-02-2026
Veðrið, bíbilsk sálarrøkt og máltøkni
09-02-2026
Veðrið, Hoydalar og kapping
06-02-2026
Veðrið, par í 30 ár, ársins leiðari
05-02-2026
Veðrið, protestsangir og fríkavari
04-02-2026
Veðrið, Føroya elsta skótalið og kríggsveteranur
03-02-2026
Veðrið, fótbóltsgreinari, Rásin
02-02-2026