Góðan morgun Føroyar

Jónrit kannar autismu í Føroyum
26-09-2017
Í løtuni verður kannað, hvønn leiklut d-vitaminir hava í sambandi við autismu

Í sambandi við Vísindavøku hava ymiskir granskarar og serfrøðingar ferðast í Føroyum og havt fyrilestrar um sítt serøki.


Ein teirra er Jónrit Halling, sum granskar í autismu í Føroyum.


- Umfatandi kanningar eru gjørdar tríggjar ferðir síðani 2007, og tær vísa, at títtleikin av autismu í Føroyum er áleið eitt prosent. Tað er tað sama um vit samanber okkum við londini rundan um okkum, sigur Jónrit Halling, sum í løtuni arbeiðir við PKI-kortum.


- Eg kanni, um tað er samanhangur millum d-vitamin innihaldið hjá børnum, tá tey eru fødd, og autismutilburðir. Tað er eitt drúgt arbeiði, og autismuøki er eitt øki, har tú kanst blíva við at granska, tí har eru nógv ymisk smærri øki innan autismu, sigur Jónrit Halling.
 

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Tour de France búni, kapping
29-05-2026
Prát og veðrið
29-05-2026
Prát og Goggudansur í Sjónleikarhúsinum
28-05-2026
Prát og veðrið
28-05-2026
Hjálpararbeiði í Ukreina, Felagið føroysk marknaðarfólk endurstovnað
27-05-2026
Prát og veðrið
22-05-2026
Prát og Visit Faroe Islands
21-05-2026
Prát og veðrið
21-05-2026
Børn & harðskapur, skótar til DM
20-05-2026