- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar

Føroyar eru nummar eitt í tarmsjúkum
28-09-2017
Títtleikin av tarmbrunasjúkum í Føroyum er tann hægsti í heiminum
Hesa vikuna hevur verið Vísindavøku tema í morgunsendingini, og tí hava vit hesar morgnarnar í vikuni tosa við granskarar, sum í sambandi við Vísindavøku á ferð, hava verið kring landið og greitt frá sínum granskingarøki.
Turið Hammer er Ph.d. lesandi og kannar títtleikan av tarmbrunasjúkum í Føroyum.
- Tað sær út til, at tað ikki bara eru ílegurnar, sum avgera, um tú fært eina tarmbrunasjúka ella ikki. Møguliga spælir umhvørvið ein størri leiklut, sigur Turið Hammer, sum granskar í tarmbrunasjúkum í Føroyum.
Í morgunsendingini greiddi hon frá sínum granskingarøki.

Góðan morgun Føroyar
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Veðrið, brot úr Føroya søgu, følsk list, mikroaggressiónir, nýggjur aðalskrivari í Barnabata
13-03-2025
Søgutáttur, veðrið, sálarheilsa hjá ungum, altjóða kvinnubønardagur og hondkonusteinurin
06-03-2025