Góðan morgun Føroyar

Sjómaðurin fær ikki heiðurin, hann hevur uppiborið
05-02-2018
Jóhann Lutzen, stjóri á Norðlýsinum, skilir ikki, hví dekkarin mest sum ongantíð verður heiðarður, tá merkisdagar eru

Greinin hjá Jóhann Lutzen, stjóra á Norðlýsinum, sæst niðanfyri:

Tað er mær ein gáta, hví tey sum starvast í fyrsta liði í føðiketuni ongantíð verða heiðrað.

At heiðra starvsfólk, ið hava rundar dagar á arbeiðsplássinum, er púra vanligt á landi - og tað er gott.

Bæði privati og almenni arbeiðsmarknaðurin lýsa javnan við 10-, 20-, 25-, 30-, 40- og 50-ára starvsdøgum, har arbeiðstímar ella hálvir arbeiðsdagar verða settir av til móttøku.

Eisini eru fráfaringarhald ofta at síggja, har ein løta verður sett av at heilsa uppá starvsfólk, ið fara frá eftir drúgva starvsleið á sama arbeiðsplássi. Tey sum eru í krithúsinum hjá Kongshúsunum fáa riddarakrossar hvørja drotningavitjan. Alt væl uppiborin herðaklapp fyri trúfasta tænastu.

Tað er mær ein gáta, hví tey sum starvast í fyrsta liði í føðiketuni ongantíð verða heiðrað.

Tá dekkari legst uppá land eftir drúgva lívsleið á sjónum, ofta útslitin, so fær hann aloftast ikki meira enn egnan klæðsekk við sær í land. Ikki tí - hann biður ikki um uppmerksemi og er kanska bara glaður fyri at takka fyri seg í allari stillheit.

Tí føroyski sjómaðurin er lítillátin og ger ikki nógvan háva burturúr sær, og hetta er kanska viðvirkandi til, at hann er meira forfjónaður í merkisdagamyndini enn onnur.

Framyvir skal forðingin ið hvussu er ikki vera tann, at tað er ov dýrt at lýsa við merkisdøgum.

Norðlýsið vil frá nú av bjóða reiðaríum, Fiskimannafelagnum og hinum manningarfeløgunum, áhugafeløgum fyri sjómenn, sjómanskvinnuringum og øllum øðrum, sum vilja heiðra ein sjómann fyri drúgva tænastu ella annað bragd, at lýsa ókeypis við merkisdegnum í Norðlýsinum.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Veðrið, Jens Marni, Tórshavn Maraton
30-05-2025
Veðrið, Bach, neyðtøkutilbúgving, nýtt staklag, havhestur
28-05-2025
Meta AI, veðrið, listafólk í Runavík, Hvannasund
26-05-2025
Veðrið, Hans J. Glerfoss, hermikapping, MEGD, Dugni
23-05-2025
Søgutáttur, veðrið, plantulund á dølum, Sakaris
22-05-2025
Veðrið, Viðareiði, student í Norra, serfrøðingur um skiftisár
21-05-2025
Veðrið, tannáringar, prestar á ferð
20-05-2025
Veðrið, tarmbrunasjúkur, Kirkjuliga Heimamissiónin
19-05-2025
Veðrið, tíðindi úr Eurovision, sólkrem, Eurovision og Føroyar, ólavsøkukórið
15-05-2025
Veðrið, keyp í nærumhvørvinum, sosial renning, nýggjasta úr Basel, maratonrenning
14-05-2025
Upptøkuroynd til leik, veðrið, Escape Room
13-05-2025
Veðrið, arbeiðslív, hálvmaraton
12-05-2025