Góðan morgun Føroyar

Jákup og Maria hava altíð verið populer
12-02-2018
Føroysku fólkanøvnini eru nógv broytt seinastu 100 árini, men nøvnini Jákup og Maria blíva við at vera modernað

Fyri 100 árum síðani høvdu nógvir føroyingar sama navn. Børn fingu navn eftir hvønn dag, tey vóru fødd, og so kundu tey ofta hava heilt upp í átta fornøvn.
Hetta vísir ein stór ritgerð, sum Elinborg Osvaldsdóttir hevur gjørt.
Hon hevur kannað føroysk fólkanøvn í tveimum ymiskum tíðarskeiðum og hevur síðani samanborið tey.
- Fyrr var tað ofta soeliðis, at tey somu nøvnini gingu aftur, tí har var ikki so nógv at velja ímillum. Og harafturat var tað ógvuliga vanligt at uppkalla, sigur Elinborg Osvaldsdóttir.
Hóast nógv er broytt hesi seinastu 100 árini, so er tað tó eitt, sum enn er galdandi:
- Nøvnini Jákup og Maria blíva við at vera populer, tí tey vóru nógv brúkt í fyrra tíðarskeiðinum, eg havi kannað, og eru eisini í dag nógv brúkt, sigur Elinborg Osvaldsdóttir.
Í morgunsendingini fortaldi hon um MA-ritgerðina og um fólkanøvn í Føroyum.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Tour de France búni, kapping
29-05-2026
Prát og veðrið
29-05-2026
Prát og Goggudansur í Sjónleikarhúsinum
28-05-2026
Prát og veðrið
28-05-2026
Hjálpararbeiði í Ukreina, Felagið føroysk marknaðarfólk endurstovnað
27-05-2026
Prát og veðrið
22-05-2026
Prát og Visit Faroe Islands
21-05-2026
Prát og veðrið
21-05-2026
Børn & harðskapur, skótar til DM
20-05-2026