Góðan morgun Føroyar

50 ár síðani Fugloy fekk ravmagn
21-09-2018
21. september 1968 fekk Fugloy ravmagn, og tað varð hátíðarhildið við røðum og borðhaldi. Amalia í Frammistovu minnist aftur á stórhendingina

Í dag, 21. september 2018, eru hálvtrýss ár síðani, at Fugloy fekk ravmagn.

Hendan dagin í 1968 var útvarpið tilstaðar, og vit hoyra brot úr upptøkum, sum vórðu gjørdar í sambandi við hátíðarhaldið í Fugloy. Formaðurin í SEV stýrinum tá - Dánjal Pauli í Búðini av Velbastað, var ein av fleiri, sum helt røðu.

Amalia í Frammistovu var 9 ára gomul, tá oyggin fekk ravmagn, og hon minnist afturá, hvussu gerandisdagurin varð kollveltandi broyttur.

Tvær aðrar oyggjar fingu eisini streym í 1968, Mykines og Svínoy, men í dag seta vit fokus á Fugloy, tí tað eru neyvt 50 ár í dag síðani, at oyggin á fyrsta sinni fekk ravmagn.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Búrhandilin 170 ár, gloymska
13-05-2026
Prát og veðrið
13-05-2026
Skipari í Miðeystri, gyrðislop
12-05-2026
Prát og veðrið
12-05-2026
Ergoterapi í fólkaskúlanum og velting í Sjóvar kommunu
11-05-2026
Prát og veðrið
11-05-2026
Oyggjaleikir og lurtarakapping
08-05-2026
Prát og veðrið
08-05-2026
Prát, Herborg Torkilsdóttir
07-05-2026
Kanning av føroyingum við diabetes 2 og maður, sum lyftir høv
06-05-2026
Prát og veðrið
06-05-2026
Fólkaræði og bóndaprát
05-05-2026